Ja nú er so aftur eitt álop á útjaðaran. Nú meinar leiðslan á Landsjúkrahúsinum, at tað ikki er neyðugt at Sandoyggin hevur ein sjúkraflutning.
Teistin hevur havt, og teir bátar, sum vóru áðrenn hann, tað uppgávu at vera tilreiðar á nátt at føra sjúk fólk.
Hetta metur leiðslan á Landsjúkrahúsium ikki at vera neyðugt. Í staðin ætla teir at seta lítla bjargingarbátin “Lív” inn í staðin, hetta er ein bátur, sum ikki er so frætt á sama støði sum “Reyðikrossur” sum silgdi fyri 40 árum síðani.
Er hetta tí at leiðslan á Landsjúkrahúsinum ikki fylgir so frætt við, at hesin bátur slettis ikki kann brúkast um Skopunarfjør.
So kunnu teir grundgeva við, at báturin siglur í øllum veðrið, minnist til at tað eru sjúk fólk, sum hann skal flyta, ella meta tit hesu fólk sum kríatúr?
Eg havi tosað við tann politiska myndugleikan, so eg eri yvirbevístur í, at Teistin fer at røkja hesa uppgávu víðari.
Tá talan er um tyrluna, má eg siga at tað skipanina hava vit roynt og kann hon ikki brúkast.
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður




