tEitUR gevur út nýggja fløgu, “Story Music”, í september mánaða, og í hesum sambandi fer hann á konsertferð kring heimin. Tó verður ein frumframførðsla í Mentanarhúsinum í kvøld kl. 20.00 við nýggja orkestrinum, so føroyingar ikki verða snýttir fyri hesa serstøku uppliving.

Talan er um eina sitikonsert, so atgongumerkini eru avmarkað til 380.
Konsertin verður, sum sagt í kvøld, mikukvøldið tann 21. august kl. 20.00 og dyrnar lata upp ein tíma áðrenn.
Tónleikararnir eru hesir:
Teitur Lassen
Benjamin Petersen
Derek Murphy (US)
Unnur Jónsdóttir (ÍS)
Jan Rúni Poulsen
Andreas Restorff
Kostnaður 180,-
Atgongumerki kunnu keypast í Haraldsen, Tutl og á eBillett.fo
Mentanarhúsið