Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekjan á gamla vaskarínum reiv og elvdi til skaðar á Nýggjavegi

Oliver Joensen

Klokkan gott ellivu gjárkvøldi reiv tekjan av gamla vaskarínum hjá Kjølbro við Nýggjaveg. Samstundis máldi veðurstøðin hjá Landsverk á Gerðabø hvirlur upp í 45 m/sek.

Klokkan gott ellivu gjárkvøldi reiv tekjan av gamla vaskarínum hjá Kjølbro við Nýggjaveg. Samstundis máldi veðurstøðin hjá Landsverk á Gerðabø hvirlur upp í 45 m/sek.

Tekjan fóru undan ættini eftir nýggja vegi og helvtin gjørdi stóran skaða á grannahús. Hin helvtin fleyg einar 200 metrar eftir Nýggjavegi og gjørdi skaða á hús, lyktapelar, stakitt o.a.

Ein bjálki gjørdi djúpt hol niður í vøllin tætt við vaskaríið men annars var eingin mannskaði.