Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniski Skúlin í Klaksvík økta játtan

Norðlýsið

Av játtanini eru í 2014 eru 790 tús. avsettar til matvørutbúgvingina og í 2015 eru settar 703 túsund kr. avsettar. Samstundis minkar játtanin til Klaksvíkar HF skeið úr 4,506 mió. (2013), 4.826 mió. (2014) 4,404 mió. (2015)

Av játtanini eru í 2014 eru 790 tús. avsettar til matvørutbúgvingina og í 2015 eru settar 703 túsund kr. avsettar. Samstundis minkar játtanin til Klaksvíkar HF skeið úr 4,506 mió. (2013), 4.826 mió. (2014) 4,404 mió. (2015)

Játtanin til Tekniska Skúla í Klaksvík økist.

20.045 mió (2014) 20.330 (2015)

Á fíggjarlógini fyri 2012 varð peningur játtaður til at fyrireika útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík. Útbyggingin skal fevna um høli til matvøruvøruútbúgvingina á skúlanum umframt vanlig flokshøli. Um- og útbyggingin umfatar eisini skúlastovur og onnur høli, sum skulu hýsa HF-deildini í Klaksvík. Bygginevnd hevur gjørt byggiskrá, ið lýsir hølistørvin, og er endamálið at tryggja næmingum og lærarum nútímans námsfrøðiligar karmar.

Verklagslógin ásetir, at byggikostnaðurin í mesta lagi kann verða 36 mió. kr. Verkætlanin er nú komin so langt áleiðis, at farið varð undir at byggja á vári í 2014. Eftir ætlan skal bygningurin standa liðugur við skúlaársbyrjan í 2015. Á løguætlanini fyri 2015 eru 12,0 mió. kr. játtaðar til endamálið, soleiðis at byggiupphæddin samsvarar við verklagslógina.

Í 2014 eru 790 tús avsettar til matvørutbúgvingina og í 2015 eru settar 703 túsund kr. avsettar.

Húsarhaldsskúli Føroya

Í 1992 gjørdist Húsarhaldsskúli Føroya sjálvsognarstovnur. Skúlin hevur árligt skeið, sum er 26 vikur frá august til februar og fleiri stutt skeið frá mars til juni mánað. Pláss er fyri 21 næmingum á skúlanum. Stovnurin rekur Húsarhaldsskúla Føroya sambært Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um Húsarhaldsskúla Føroya. Skúlin fær stuðul sambært § 11 í lógini. Næmingastuðul verður játtaður á sama rakstrarstaði sum stuðulin til skúlan.

Stuðulin verður latin eftir umsókn og verður útgoldin ákontu. 

2.091 mió. (2013) 2,152 mió. (2014) 2.177 mió (2015)


Sjónám (Klaksvíkar sjómansskúli) 

er skipaður sambært Ll. nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. Undirvísingarvirksemi skúlans er skiparaútbúgving (11Ῥ,2 ár) og dekkaraútbúgving (6 mánaða skeið). Eisini skipar skúlin fyri skeiðsvirksemi í sjóvinnu. Flestu skeiðini eru kravd av IMO.

3,759 (2013) 2,782 (2014) 3,800 (2015) mió. kr. 

(Trygdarmiðstøðin og skeiðsvirksemi)

varð stovnað í 1999 sum sjálvstøðugur stovnur til at geva sjómonnum skeið og undirvísing í trygd á sjónum sambært Ll. nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum. Trygdarskeiðini eru sambært ásetingunum í STCW – 75 sáttmálanum við seinni broytingum. Sambært kunngerð nr. 20 frá 22. mai 2010 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, skulu øll, sum mynstra við føroyskum skipum, hava staðið góðkent trygdarskeið. Játtanin verður veitt, so stovnurin kann veita skeið innan trygd á sjónum fyri ein lægri kostnað. Hetta tí, at landsstýrismaðurin metir, at kostnaðurin ikki skal vera ein forðing fyri, at so nógv sum gjørligt taka lógarkravda skeiðið innan trygd á sjónum.

Gjøld fyri trygdarskeið eru ásett í kunngerð nr. 100 frá 12. oktober 2012 um gjald fyri skeið innan trygda á sjónum. Munur verður gjørdur á gjaldinum, sum sjófólk rinda og tí, sum fólkaskúlanæmingur/sjóvinnubreyt rindar. Atlit verður sostatt tikið til, at tað skal verða møguligt hjá næmingum, eitt nú í 10. flokki og á sjóvinnubreyt, at fáa undirvísing í trygd á sjónum fyri ein rímiligan kostnað.

Onnur skeið verða eisini boðin út, men tá verður tað gjørt fyri marknaðarprís.

januar 2011 var málsøkið Trygdarmiðstøðin flutt til § 7. Trygdarmiðstøðin og Klaksvíkar Sjómansskúli fluttu í felags høli í 2012.

4,596 mió. (2013) 5,023 (2014) 4,550 (2015)