Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniski stjórin í Klaksvíkar Kommunu farin úr starvi í dag

Oliver Joensen

 Norðlýsið frætti í dag, at tekniski stjórin í Klaksvíkar Kommunu skuldi vera farin úr starvi í ótíð. Vit vendu okkum til borgarstjóran, Jógvan Skorheim, borgarstjóra, og spurdu hann um søguna. Borgarstjórin váttar, at Karl Jákup Ósá, ið síðani august í 2013 hevur verið tekniskur stjóri í Klaksvíkar Kommunu, er farin úr starvi frá í dag at rokna.

Vit hava gjørt eina fráfaringaravtalu við Karl Jákup Ósá. Báðir partar eru samdir um avtaluna og skiljast annars í sátt og semju í dag, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.