Leygardagin fóru ávaringarljósini at blunka og bummurin fór fyri, uttanfyri Norðoyatunnilin
Leygdagin umleið kl. 13:30 fóru ávaringarljósini við tunnilsmunnan í Leirvík og Klaksvík bráddliga at blunka og bummurin fór niður.
Beinanvegin komu langar bilakøir báðumegin tunnilin – men tað gekk ikki long tí fyrr enn politiið og teknikarar vóru á staðnum.
Tað vísti seg at vera talan um eitt tekniskt brek í releskipanini, sum var atvoldin til alarmin.
Steðgurin í ferðsluni tvørtur um fjørðin var styttri enn 15 minuttir.




