Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniskir trupuleikar við róðrinum

John William Joensen

Trupuleikar við róðurmaskinuni vóru óivað viðvirkandi til at avgjørt varð at sigla norður í Ánirnar

Tað hevur gingið eitt sindur illa í hond at fáa upplýsingar frá Smyril Line í morgun, men sum Norðlýsið skilir so vóru tekniskir trupuleikar við róðurskipanini, sum gjørdu at stýrt varð "manuelt" tá Norrøna kom at bryggju í morgun.



Vandi var tó ongantíð á ferð, men avgjørt var at fara norður í Djúphavnina, óivað tí skipið liggur betir her.



Norrøna skuldi eftir ferðaætlanini fara til Íslands men hesin túrurin er nú avlýstur. 



Sum Norðlýsið skilir verður Norrøna liggjandi í Ánunum alla vikuna.







Gott at liggja i Ánunum



Teir umborð á Norrønu lata sera væl at umstøðunum hjá skipinum at liggja í Djúphavnini men teir hava tó eitt hjartasuff.



– Seinast vit avskipaðu her norðurin fingu vit nógvar viðmerkingar frá bilførarum um at skeltingin ikki er nøktandi.







– Eini 80% av útlendingunum høvdu trupuleikar at finna veg til Norðoyatunnilin og tað er sera óheppið.