Endurlýsing:Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan tekniskan stjóra
Endurlýsing:
Tekniskur stjóri til Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan tekniskan stjóra.
Hevur tú viðkomandi útbúgving innan tekniska økið frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstøði og royndir, ert tú serfrøðingur við almennari tilgongd, ið eisini dugir fyrisitingarliga handverkið, og hevur tú kunnleika til leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til starvið.
Starvskarmar og -innihald
Klaksvíkar býráð er virkið í arbeiðinum at menna kommununa. Hetta setur tekniska stjóranum serlig krøv. Hann skal, saman við hinum stjórnarlimunum og starvsfólkunum á teknisku deild, stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulívið í kommununi.
Tekniski stjórin mannar stjórnarbólkin saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum og vinnu- og mentanarstjóranum.
Tekniski stjórin hevur leiðsluliga og fakliga ábyrgd av tekniska økinum, sum fevnir um:
- býarskipan
- byggiverkætlanir
- byggimálsviðgerð
- býargartnara
- ferðslumál
- infrakervi
- vatnveiting
- umhvørvismál
Starvsøkið og týdningarmestu uppgávurnar hjá tekniska stjóranum eru lýstar nágreiniligari í starvs- og persónsprofilinum, sum liggur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, www.klaksvik.fo. Á heimasíðuni finnur tú eisini aðrar viðkomandi upplýsingar um kommununa.
Setanarviðurskifti
Starvið sum tekniskur stjóri verður sett í 5 ár. Starvið er flokkað í 36. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið umframt 10% í viðbót fyri tíðaravmarkað starv.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.
Upplýsingar um starvið
Hevur tú spurningar, ella ynskir tú fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Tummas T. Eliasen, kommunustjóra
Tlf. 217788
Teldupostur: tummast@klaksvik.fo
Umsókn
Umsókn til starvið skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. mars 2017 kl. 12:00.
Umsóknin skal sendast til:
Klaksvíkar kommuna
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postboks 2
FO-710 Klaksvík
ella sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo. Viðmerk “Tekniskur stjóri” á umsóknina.
Klaksvíkar kommuna
www.klaksvik.fo




