Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekur uppskotið um inntøkumarkið aftur

Danial Viðoy

Uppskotið um at lækka inntøkumarkið fyri lestrarstuðul verður nú tikið aftur. Tað hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tikið avgerð um.

Uppskotið um at lækka inntøkumarkið fyri lestrarstuðul verður nú tikið aftur. Tað hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tikið avgerð um, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi í morgun.

Hon hevur tikið atfinningar móti uppskotinum til sín.

– Tað er umráðandi at lurta, og tað havi eg gjørt í hesum førinum, sigur Rigmor Dam.

Vit skulu virða lestur sum eitt fulltíðarstarv. Kortini eiga broytingar í inntøkumarkinum heldur at verða framdar í sambandi við onnur átøk, sum samstundis bøta um umstøðurnar hjá lesandi, og serliga hjá lesandi við børnum, heldur landsstýriskvinnan í mentamálum.

Samgongan hevur sett sær fyri at hækka lestrarstuðulin, at byggja bíligar lestraríbúðir og at lata lestrarstuðul allar árinum. mánaðirnar av 12

– Fyrsta fyritreyt er kortini at koma upp á slætt búskaparliga, sigur Rigmor Dam.

Hon fegnast tó um, at mong ung og lesandi, og lesandi við børnum fáa fíggjarligar lættar komandi tíðina. Átøk sum skattalætti til lág- og miðallønt, familjuískoyti til fíggjarliga sperdar barnafamiljur, broytingarnar í kringvarpsgjaldinum fara veruliga at muna.

– Men kortini ásanna vit, at í løtuni er óheppið at lækka inntøkumarkið fyri at finna eina sparing á 1,5 mió. kr., sigur landsstýriskvinnan.

Soleiðis ljóðar úr Mentamálaráðnum, 28. november 2015.