Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telduskeiðini hjá Omega sera væl umtókt

John William Joensen

Telduhandilin Omega hevur sum kunnugt eisini eina telducafé í gomlu handilshúsunum hjá Kjølbro á Biskupstøð. Henda café hevur í seinastuni verið ramman um telduskeið, ið Omega hevur fyriskipað.

Allan Joensen, stjóri á Omega sigur við Norðlýsið, at skeiðini, sum teir hava skipað fyri, hava verið sera væl móttikin. Vit hava havt eini 7-8 slík skeið og eru framvegis fult bookaðir til tvey skeið afturat.
Dentur hevur verið lagdur á, at hetta eru skeið fyri fólk, ið lítlan og ongan kunnleika hava til teldu frammanundan. Skeiðini hava verið antin morgunskeið, seinnapartsskeið ella kvøldskeið og undirvíst hevur verið í fýra dagar á tríggjar tímar.
Sera nógv eldri fólk hava verið til skeiðini, og tað hevur verið hugaligt og stuttligt at fylgt teimum. Tá vit vitjaðu á skeiðnum við myndatólinum týsdagin, hittu vit tríggjar eldri garpar ímillum "teldusnillingarnar", nevniliga Jógvan Tróndheim, Jógvan Gerðalíð og Páll Rólant Poulsen og teir sýntust at hugna sær óført við telduni.
Allan Joensen sigur, at undirvíst hevur verið í tí mest fundamentala við telduni, so sum eina kunning um stýrisskipanina, nakað um Word og so eisini kunning um internet og teldupost.
Eftir at næmingar hava spurt seg fyri um skeið á hægri støði, eru vit farnir at hugsa um at fara eitt sindur víðari við hesum skeiðum, sigur Allan Joensen, stjóri á Omega at enda.