Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

TelduTænastan skipar fyri kapping millum fyritøkur í Counter Strike

Teldutænastan

Helst kenna øll spælið Counter Strike. Ein dystur millum tvey lið, sum dystast, til seinasti leikarin er fallin á eina liðnum.

Nú verður høvi hjá fyritøkum at melda til kapping, har endamálið er at finna Føroya bestu fyritøku í Counter Strike.

Umstøðurnar vera í topp, tá kappingin verður skotin í gongd; øll útgerð neyðug til eina slíka vælfungerandi kapping er útvega, og teldur eru bygdar í TelduTænastuni av tøkkningum teirra bara til kappingina.

 

Øll vinna okkurt bara við at luttaka

Øll luttakandi í kappingini fáa ein ókeypis gávuposa við øllum møguligum góðum í.

Somuleiðis fáa øll, sum spæla seg víðari úr bólkaspælinum, eitt “búff & Bowl” gávukort frá Bowlinghøllini á Hálsi.

Høvuðsvinningurin til vinnandi liðið er eitt lekkurt kvøld við 3 rættium og øllum tí, sum har hoyrir til,  á nýggja Hotel Brandan, umframt ein túr niður í nýggja og flotta vínkjallaran á hotellinum.

Kappingin fer av bakkastokki mánadagin 19.oktober og freistin at tekna seg til kappingina er 16.oktober á midnátt.

Kostnaðurin fyri luttøku er 2500,- pr lið (v/mvg), og tilmelding fer fram umvegis teldupostin kh@tt.fo.