TV2 og Visjon Norge nýggjar rásir í Televarpinum
Sambært Gallupkanningum, sum Televarpið hevur gjørt, hava nógvir kundar ynskt sær TV2. Tí fegnast Televarpið um avtaluna við TV2. Signalið frá TV2 hevur higartil verið ov vánaligt, men nú ber til at heinta eitt gott TV2 signal frá Viasat. Televarpið kann bjóða hesa rásina frá 1. mars.
TV2 verður at síggja í øllum grundpakkunum. Rásin sendir alt døgnið og kemur í staðin fyri TCM.
At TV2 kemur inn í allar grundpakkarnar ávirkar tó ikki haldargjaldið – har eru ongar broytingar. Tó hækkar hálvárliga kortleigugjaldið úr kr. 170 til kr. 190 frá 1. apríl 2008.
Harafturat hevur Televarpið gjørt avtalu við Visjon Norge, ið er andalig norðurlendsk rás. Visjon Norge kemur í staðin fyri ensku GOD Channel. Televarpið hevur royndarsent Visjon Norge í eina tíð, og hevur fingið nógvar jaligar afturmeldingar, tí rásin kenst meira heimlig og er lættari at skilja málsliga. Rásin er somuleiðis at finna í øllum grundpakkunum.
Til ber hjá øllum, sum hava atgongd til Internetið, at síggja sendingarnar hjá GOD Channel har.
Kundar, sum hava tann fyrsta Televarpsmóttakaran, mugu nullstilla móttakaran og lesa allar rásirnar inn av nýggjum. Til ber at heinta vegleiðing á www.tv.fo ella við at ringja til Televarpið. Nýggari Televarpsmóttakarar heinta nýggju rásirnar inn sjálvvirkandi.
Televarpið hevur útbygt digitala sendinetið munandi og røkkur nú 94 % av føroysku húsarhaldunum. Á heimasíðuni ber til at heinta yvirlit yvir, hvar Televarpið sæst.
Í dag hava 45 % av føroysku húsarhaldunum Televarpið.
Um spurningar eru til tíðindaskrivið, ber til at seta seg í samband við undirritaðu.
Laila Hentze
Televarpið
Tel. 340 340
www.tv.fo




