Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telvað síðan hann var 6 ár

Nordlysid

Nýggi unglinga-føroyameistarin í talvi, Janus Skaale, hevur verið ágrýtin telvari líka síðan 6 ára aldur og hevur hvørt ár verið úttikin til at umboða Føroyar í NM fyri skúlaungdóm.

Nýggi unglinga-føroyameistarin í talvi, Janus Skaale, hevur verið ágrýtin telvari líka síðan 6 ára aldur og hevur hvørt ár verið úttikin til at umboða Føroyar í NM fyri skúlaungdóm.

 

Á ratinglistanum, sum fyri stuttum  varð dagførdur til hesa FM-kappingina, var Janus skrásettur við styrkitalinum 1381, og vísti tað seg, at Janus hetta seinasta árið hevur havt størstu ratingframgongdina av øllum telvarum í Føroyum, nevniliga 161 stig.

Í sjálvari FM-kappingini hevur hann vunnið nøkur stig aftrat, og sambært metingum hevur hann sostatt í ár eina ratingframgongd upp á fleiri enn 200 stig!

Aftan fyri hvørt avrik liggur aloftast eitt stórt arbeiði, sum krevur áhaldni, arbeiðssemi og, ikki minst, stuðul frá teimum nærmastu. Henda sannroynd er eisini galdandi fyri FM-heitið fyri unglingar, sum Janus Skaale nú á páskum vann, sum tann yngsti føroyingurin nakrantíð.

Janus hevur , hóast sín unga aldur, verið ógvuliga íðin at røkja telvingina, og hevur eisini fingið sera góða uppbakking frá sínum foreldrum, Annika Egholm og Hans Hjalti Skaale.

Sum nevnt í aðrari grein, hevur dygga ungdómsarbeiðið í Klaksvíkar Talvfelag eisini havt ein týðandi leiklut í menningini av Janusi sum telvara.

Janus hevur, líka síðan hann var 6 ára gamal, verið ágrýtin telvari og hevur hvørt ár verið úttikin til at umboða Føroyar í NM fyri skúlaungdóm.

– Tað man líða væl, at hann hevur verið í øllum norðurlondum og telvað, heldur pápin fyri, tá ið vit spyrja, um teir hava ferðast nógv í sambandi við telvingina hjá Janusi.

– Seinasta ár var hann eisini í Maribor í Slovenia til HM í talvi, sum fyrsti føroyingur nakrantíð.