Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving: Heini eisini flest FM-heiti í snar

(
John Færø)

Klaksvíkingurin Heini Olsen má metast sum okkara fremsti einstaklingur í talvsøguni higartil, tí fyri tað fyrsta eigur hann flest føroyameistaraheiti (5), og nú er komið fram, at hann eisini eigur metið, tá tað snýr seg um FM í snar.

Í seinastuni hava talvserfrøðingar á heimasíðuni hjá Talvsambandinum skift orð um, hvørjir telvarar hava vunnið FM í snartelving, sum higartil ikki hevur verið ein heilt so almenn kapping, sum tann „ordiliga“ FM-talvkappingin.

Í orðaskiftinum á www.faroechess eru teir talvkønu komnir til ta niðurstøðu, at FM í snari fyrstu ferð var á skránni í FM-kappingini, sum var í Kollafirði í 1980.
Tey næstu nógvu árini varð árliga FM-snarkappingin hildin 2. Páskadag í samband við tað vanligu FM-talvkappingina, og seinni í serstakari FM-snarkapping um summarið.

Nú yvirlitið fyriliggur, er greitt, at Heini Olsen er maðurin, sum higartil hevur vunnið flestu FM-heitini í snartelving. Hann hevur vunnið kappingina 4 ferðir, meðan John Rødgaard, sum er næstovastur, hevur vunnið 3 ferðir.
Tveir telvarar, Steintór Rasmussen og Bjarki Ziska, hava vunnið kappingina 2 ferðir í part, og síðani eru 12 telvarar, sum hava vunnið eina ferð hvør.

Yvirlitið, sum vit altso hava heintað av heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, sær soleiðis út:

FM í snar

1988: Heini Olsen
1989: Heini Olsen
1991: Heini Olsen
1992: Heini Olsen

1998: IM John Rødgaard
2001: IM John Rødgaard
2002: IM John Rødgaard

1990: Steintór Rasmussen
1995: Steintór Rasmussen

1980: Bjarki Ziska
1982: Bjarki Ziska

1981: Súni Ziska

1985: Bogi Ziska

1983: Andrias Ziska

1984: Jens Kristian Hansen

1986: Torkil Nielsen

1987: Leif Kristensen

1993: Heini Danielsen

1994: Ólavur Simonsen

1996: Torbjørn Thomsen

1997: Carl Eli N. Samuelsen

1999: Eyðun Nolsøe

2000: Finnbjørn Vang