Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – Klaksvík International 2008: Spenningur dregur fólk

Norðlýsið ÍTROTTUR

Klaksvík Int. er í hæddini, og Heini Olsen hevur framvegis kjans at røkka 5 stigum og triðja IM-norminum – hetta dregur áskoðarar.

Mikukvøldið vóru fleiri virknir telvarar og onnur áhugað møtt upp at fylgja við, meðan 6. umfar varð telvað í aðrari fimleikarhøllini.

Umstøðurnar í fimleikarhallunum eru sera góðar og væl egnaðar til slíka nýtslu, har onnur fimleikarhøllin hýsir sjálvari kappingini, meðan hin verður brúkt meira avslappað, bæði av fyrireikarum og áskoðarum at telva og at skifta orð um støðuna í teimum ymisku talvunum, og av kappingarluttakarunum sjálvum til eftirmetingar av talvunum o.s.fr.

Við tað eina borðið fingu vit eina mynd av trimum skyldmonnum, sum allir eru kendir innan føroyska telving.
Rani Nolsøe, beiggin Eyðun Nolsøe og systursonur teirra, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, teljast allir tríggir millum fremstu føroysku telvarar.
Merkisvert er, at allir hesir tríggir skyldmenninir hava verið føroyameistarar í talvi, Eyðun í 1995, Rani í 1997 og Carl Eli í 2005.

Rani Nolsøe er ikki hvør sum helst, tá ið tað snýr seg um hesa eftirhondini væl kendu talvkapping, Klaksvík International.
Tað er nevniliga Rani, sum upprunaliga tók stig til hesa árligu talvkapping, sum Klaksvík er vertur fyri og leggur navn til.

Ta løtuna, tá ið vit prátaðu við hesar talvkønu Nolsøe-menninar, vóru teir samdir um, at Heini Olsen stóð væl í torføra talvinum móti stórmeistaranum GM Sarunas Sulskis, men sum tað framgongur av aðrari grein her á síðuni, so eydnaðist tað tíverri ikki Heina Olsen at halda fast við góðu støðuna í talvinum, sum Sulskis at enda vann.

Í morgin, hósdagin, kl. 14:00 stendur ein spennandi og ógvuliga avgerandi dystur á skránni hjá Heina Olsen ímóti FM Daniel Semcesen.