Skerdir av sjúkrameldingum og avboðum, men styrktir av IM Esben Lund við 1. borð vann besta liðið hjá Kl. Talvfelag stórsigur í oddadystinum sunnudagin ímóti Vestmanna 1.
Sjúkrameldingarnar og avboðini vóru fleiri á besta liðnum hjá Kl. Talvfelag sunnudagin, tá ið liðið skuldi spæla oddadyst ímóti Vestmanna, og tí kom tað sera væl við, at felagið frammanundan hevði tryggjað sær rætt til at brúka danska altjóða meistaran, IM Esben Lund, í hesum umfarinum.
Esben kom inn á 1. borð fyri Heina Olsen, sum hevði forfall vegna sjúku.
Harumframt vórðu eitt nú Steintór Rasmussen, Terji Petersen og Eyðun Nolsøe noyddir at avlýsa sína luttøku, og hópurin var tí meira skerdur enn vant.
Hetta forðaði tó ikki teimum tøku telvarunum á 1. liði at levera ein góðan innsats, tí tá avtornaði vann Klaksvík 1 stórsigur á Vestmanna 1. Úrslitið varð 3½ – ½.
Hinvegin gekst eitt sindur meira strilti hjá Klaksvík 2, sum í sínum dysti tapti 1-3 fyri Havnini 2.
Úrslitini í 5. umfari sunnudagin vóru hesi:
Sunnudagin 30. november 2008 kl. 14:00:
Klaksvík 2 – Havnin 2 1 : 3
Olsen Wille – Jacobsen Súni 1 – 0
Baldursson Rani – Justinussen Sigurð 0 – 1
Sólsker Tummas M. – Hansen Birgir 0 – 1
Dragaberg Rógvi – Dalsgarð Arnbjørn Ó. 0 – 1
Klaksvík 1 – Vestmanna 1 3½ : ½
Lund Esben – Samuelsen Carl Eli N.1 – 0
Simonsen Ólavur – Brekká Martin1 – 0
Vang Finnbjørn – Højgaard Samson1 – 0
Nolsøe Rani – Durhuus Kári½ – ½
Sandavágur 1 – Havnin 1 1½:2½
Berg Olaf – Poulsen Martin ½ – ½
Nielsen Torkil – Hansen Herluf 0 – 1
Nielsen Rógvi E. – Jógvansson Hjalti T. ½ – ½
Gregersen Jón – Joensen Jógvan ½ – ½
Við hesum úrslitum hevur Klaksvík 1 lagt seg einsamalt á odda í 1. deild, nú ein steðgur er í kappingini til í januar mánað.
Støðan í 1. deild:
1) Klaksvík 1 13,0 stig
2) Havnin 1 12,0 stig
3) Sandavágur 11,0 stig
4) Vestmanna 1 9,0 stig
5) Klaksvík 2 8,0 stig
6) Havnin 2 7,0 stig
Eisini fremstir í
unglingadeildini
Hin deildin í liðkappingini, har føroyameistaraheiti er upp á spæl, er í unglingadeildin.
Har er støðan í løtuni tann, at Klaksvík er á odda við 13 stigum, Havnin er næst við 9 stigum, og Sandavágur er á triðjajplássiv ið 6,5 stigum.




