Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – Olympiadan 2008: John Rødgaard bjargaði Føroyum eitt hálvt stig

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í 8. umfari í Talv-olympiaduni fríggjadagin var Kolumbia mótstøðuliðið hjá føroyingunum, sum allir taptu síni talv uttan John Rødgaard, sum enn einaferð vísti styrki og treiskni og helt remis ímóti mótstøðumanninum, sum hevði umleið 100 meira í rating.

Í Pulsinum í Útvarpi Føroya seinnapartin fríggjadagin var liðleiðarin hjá talvlandsliðnum hendan túrin, Finnbjørn Vang, hampuliga væl nøgdur við føroyska avrikið higartil í kappingini.

Sjálv úrslitini hava kanska ikki verið heilt so góð, sum ein kundi ynskt, men Finnbjørn vísti á, at føroysku telvararnir í mun til undanfarnar olympiadur nú hava eitt hægri styrkistal (rating), og hetta hevur gjørt, at føroyska landsliðið nú fær í miðal sterkari mótstøðulið.

Hetta ger, heilt nátúrliga, at tað er torførari at fáa eins nógv stig og áður, men samstundis er hetta við til at menna føroyska telving, tí sterk mótstøða er við til at menna føroysku telvararnar.

Føroyingarnir byrjaðu sum brandar við tveimum sigrum á rað í fyrstu umførunum, har mótstøðuliðini ikki vóru av teimum sterkastu. Síðani hevur mótstøðan yvirhøvur verið væl sterkari, og tað sæst eisini aftur í úrslitunum, hóast avrikini framvegis hava verið og eru góð.

– – –

Serfrøðingurin, sum skrivar á heimasíðu Talvsambandsins, www.faroechess.com, skrivar soleiðis eftir dystin í 8. umfari fríggjadagin:

Dysturin ímóti Kolumbia endaði tíverri júst soleiðis sum 4 tær undanfarnu uppgerðirnar í OL-høpi. Byrjaðu sera væl, men blivu sum tíðin leið stútt og støðugt settir undir trýst og taptu ½-3½ tá avtornaði.Harvið fekk Kolumbia fimta sigurin til høldar ímóti Føroyum gjøgnum tíðirnar.

Sjálvsagt varð vónað, at vit kundu venda gongdini, men Kolumbia hevur eitt sera javnt sterkt landslið á flestu borðunum, og mótbrekkan gjørdist ov stór.

Men tað er tó at fegnast um, at Rødgaard, eftir at havt ein time-out í seinastuni, kom sterkt aftur og telvdi ein frálíkan javnleik við svarta fólkinum.

Tað kundi eisini blivið til meira, tí Helgi hevði javnleikin í pottinum, tá tíðin fór…..

Martin Poulsen kom ongantíð fyri seg í talvinum, meðan Joan Hendrik, kundi fingið frálíka støðu í miðspælinum við rætta leikinum – valdi annan møguleika – og síðani gekk niður eftir bakka.

Harvið dragnaðu vit nakað í støðuni – frá nr. 61 til nr. 74 – áleið, har vit eru seedaðir.

Í 9. umfari er mótstøðutjóðin Katar, sum er seedað nr. 67 í mun til okkara seeding sum er nr. 72.  Kolumbia er nr. 67 eftir 8 umfør.

Talan verður um enn eina sera spennandi og javna uppgerð hjá okkara monnum, tí meðalstyrkin hjá Katar og Føroyum er á leið hin sama, har Katar tó hevur munin við 36 ratingstigum hægri enn okkara.

Men eftir talvuni niðanfyri, hava 1. og 2. borð hjá Katar staðið seg sera væl, meðan niðaru borðini hava haltað nakað eftir. Og serligt er tað, at Katar sæst ikki hava reservar á liðnum. Manningin er 4 telvarar, sum krevst til hvønn dyst.

Í søguligum høpi eru royndir okkara ímóti Katar góðar.

2 uppgerðir eru telvaðar, har vit hava vunnið og telvt javnt: Novi Sad 1990 (2-2) og Istanbul 2000 (3-1).

Tað er at vóna, at søgan endurtekur seg !

Landsliðið í morgin: Helgi Dam Ziska, Heini Olsen, John Rødgaard, Joan Hendrik Andreasen.

Úrval-støðan eftir at 8 umfør eru telvd:
1. Armenia, 2. Ísrael, 18. Noreg, 21. Svøríki, 40. Danmark, 62. Finland, 63. Ísland, 67. Katar, 68. Portugal, 69. Írland, 74. Føroyar…..154. Sierra Leone.

Fylgið við LIVE leygardagin kl. 14.00 !

– – –

Í dystinum fríggjadagin hevði Heini Olsen frí, men sum nevnt omanfyri, verður hann við aftur á liðnum leygardagin ímóti Katar, sum er triðseinasta umfarið í talv-olympiaduni 2008.