Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Terja og Bogi eru Klaksvíksmeistarar

Ítróttur

Fitt av fólkið var møtt upp til ársins Klaksvíksmeistaraheitið í dart.. Hjá kvinnum skuldu vit finna eina nýggjan meistara, tá Durita Joensen ið vann klaksvíksmeistaraheitið seinasta ár, ikki var við í ár. Hjá monnum var eiisni stórur spenningur, tí Fróði Baldvinsson ið vann ið vann meistaraheitið í fjør, hevur í ár vegna skaða ikki gjørt so nógv við at kasta pílar, meðan Bogi Isaksen í ár hevur víst seg at hoyra til toppin í føroyskum dart.

Kvinnukappingin

Hjá kvinnum var spenningurin øðiligur frá byrjan av og longu í bólkaspælinum sást, at har var eingin beinleiðis favorittur og støði var rímuliga høgt, Liljan Jacobsen legði støði beinanvegin við at lukka við 74 (ið er gott hjá kvinnum) Síðan vunnu allar móti øllum, aðrenn funnið var fram til tvær tær bestu. Terja Ósa hevði gjøgnum allan dagin víst stórspæl og tað gjørdi hon eisini í finaluni, tá hon ikki lat nakran iva verða um, at hon er tann besti kvinnuligi dartspælarin í Klaksvík í løtuni.

Úrslit:
Nr 1 Terja Ósa
Nr 2 Liljan Jacobsen
Nr 3 Judit Eliasen

Manskappingin
Sum aður sagt, so var spenningurin øðiligur hjá monnum, kundi Fróði endurvinna meistaraheitið, ella fór Bogi at taka hann av trónuni hesuferð. Í innleiðandi var tó einki ið bendi á, at nakar fór at taka Boga, hann vann allar sínar dystir, tó so onkran eitt sindur heppi. Men tá komið var fram til ½ finalurnar skuldi Bogi møta Jógvan Sofus Wilhelmsen ið er ein av nýggju lovandi dartspælarunum. Jógvan Sofus kom á odda 1-0, men tapti síðani 3-1. Í hinari hálvfinaluni møttust Jann í Giljum og Fróði Baldvinsson. Fróði vísti her stórspæl til tíðir, men tá tað kom til avgerandi løturnar, tá fekk hann ikki lukka og endaði tað við at Jann vann dystin 3-1. Tá komið var fram til finaluna, var vænta at Bogi fór at fáa ein heldur nemmari dyst, enn um hann hevði møtt Fróða í finaluni, men har vóru vit skeiv. Jan kom á odda 1-0 og 2-1, aðrenn Bogi vendi dystinum í eini vælæeiktari finalu og vann 4-2.

Úrslit
Nr 1 Bogi Isaksen
Nr 2 Jann í Giljum
Nr 3 Jógvan Sofus Willhelmsen
Nr 3 Fróði Baldvinsson

Double kapping
Aftana einstaklingakappingina, var fari undir kappingina í double og var royndir ein nýggjur leistur til hesa kappingina. Her blivu makkara trektir fyri hvønn dyst og endaði tað við at Bogi og Jann vunnu gull.

Úrslit

Nr 1 Bogi Isaksen / Jann í Giljum

Nr 2 Fróði Baldvinsson / Uni Heðinson

Nr 3 Judit Eliasen / Rúni Vágstún / Terja Ósa / Kristian Joensen


Nýggj nevnd

Aftana kappingina var fundur hildin og hevði formaðurin seinasta árið Jann í Giljum av persónligum orsøkum valt at fara frá, nýggja nevndi í Klaksvíkar Dartfelag sær soleiðis út

Kristian Joensen formaður
Bogi Isaksen næstformaður
Terja Ósa Peningarøkil
Fróði Baldvinsson nevndarlimur
Liljan Jacobsen nevndarlimur
Judit Eliasen tiltakslimur
Anker Hansen tiltakslimur

Næsta kapping sum verður í Klaksvík verður 3. januar, tá kappast verður í spælinum ”Double in” hjá monnum og í ”Mickey Mouse” hjá kvinnum