Tað gleðir okkum at kunngera, at Terja Ósa Sivertsen verður aftur á lista C til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu.
Terja er 28 ára gomul, hevur skrivstovuútbúgving og starvast innan hetta økið. Terja lýsir seg sjálva sum lokalan klaksvíking, og frítíðin verður nýtt til at gera brúk av ymsum frítíðarvirksemi, sum býurin hevur at bjóða. Tá hon ikki er til arbeiðis ella fæst við fundarvirksemi, fer tíðin við at spæla dart, venja á venjingarmiðstøð ella vera saman við vinum og familju, ið eru henni kær.
Tá vit tosa um politikk, sigur Terja sjálv soleiðis:
“Eg havi sum heilt ung verið áhugað í politikki. Eg stillaði fyrstu ferð upp til býráðsvalið í 2016, har eg bleiv nummar trý á listanum, við tí úrsliti, at eg fekk ein varasess. Eg slapp inn at royna meg í býráðsarbeiðinum sum varalimur, og havi annars fylgt væl við í býráðsarbeiðinum, sum hevur verið. Eg havi verið virkin í nevndini í Norðoya Javnaðarfelag síðani 2014, og siti nú sum kassameistari, sum hóskar væl til mín.”
Víðari sigur Terja: “Eg gangi høgt uppí, at Klaksvíkin skal rúma øllum borgarum. Hetta er eisini tað, sum vit fara til val uppá, og er hetta grundhugsjónini í Javnaðarflokkinum sum heild.”
Hjartamál Terju snúgva seg um at betra um umstøðurnar hjá ítróttar- og áhugafeløgum – bæði hjá teimum størru og ikki minst teimum minnu – og at skapa eitt gott og fjølbroytt frítíðar- og mentunarlív í kommununi. Terja vil eisini arbeiða fyri, at Klaksvíkin skal hava fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, og at ansað verður eftir umhvørvinum. Hon vil harumframt at eldru borgararnir verða settir í fremstu røð, og at starvsfólkini skulu hava tíð til nærveru. Onnur hjartamál snúgva seg um børn og ung og korini hjá familjum. At betra um hesi viðurskifti við m.a. at fáa fleiri varandi loysnir fyri barnagarðsplássum og betri sømdir til námsfrøðingar, hækkaðan barnafrádrátt, fleiri spælipláss og viðlíkahald av hesum, og frítíðarkortið til børn og ung undir 18.
Terja er ein fongur fyri felagið við síni serligu drívmegi, og vit frøast um, at hon er á listanum hjá okkum aftur hesa ferð.



