Takk fyri hesar fittu bamsur, tær koma at vera til stóra gleði og ugga fyri børnini
Sóljan, ið er dagtilhald fyri eldri, komu á vitjan við stórfingnari gávu.
Tey hava bundið smáar bamsur, sum Klaksvíkar Sjúkrahús fekk at geva børnum sum koma á sjúkrahúsið
Børn verða ikki innløgd á Klaksvíkar Sjúkrahús, men vit hava vitjan av børnum í skaðastovuni, røntgen og á rannsóknarstovuni.
Vit bjóðaðu ein kaffimunn og varastjórin greiddi frá ymiskum um gomlu læknahúsini og um virksemið á sjúkrahúsinum.
Takk fyri hesar fittu bamsur, tær koma at vera til stóra gleði og ugga fyri børnini







