Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey eldru hugnaðu sær úti í Grøv

John William Joensen

Hugnaløta fyri eldri sum var úti í Grøv í gjár, var sera væl eydnað.

NÓGVAR MYNDIR FRÁ HUGNALØTUNI ÚTI Í GRØV

Tað er áhugabólkurin fyri eldri í norðoyggjum sum aftur í ár skipaði fyri hesum tiltakið sum á hvørjum árið hevur  verið úti í Grøvini.
Veðrið var av tí allar besta og tí vóru rættuliga nógv fólk møtt upp til tiltakið.
Umframt felagssang og horntónar frá limum í Klaksvíkar Hornorkestri, var ein fyrilestur á skránni.
Tað var forngripafrøðingurin Anna Katrin Matras sum greiddi frá toftunum úti í Grøv.
Hetta var ein sera áhugaverdur fyrilestur sum bleiv eitt samtaluevni millum luttakararnar.
Tiltakið hevur nú 5 ár á bakið og fyri at markera dagin bjóðaðu fyrireikararnir øllum kakao.
Samanumtikið má sigast at tiltakið vísur at tað er brúk fyri slíkum tiltøkum og tí skullu fyrireikararnir fáa eina áheitan frá okkum her á Norðlýsinum um at halda á við tí góða arbeiðinum.

Harleywoodpaint