Steinbjørn Jacobsen borgmeistari í Klaksvík greiður frá í fjølmiðlunum at hóast stóran tørv á røktarheimsplássum, so ferð Klaksvíkar Kommuna ikki at søkja landið um stuðul til at byggja røktarheim tí kommunan ferð onga íløgu at gera á hesum øki tey nógvu komandi árini.
Hesum eru vit í minnilutanum als ikki samd í og tí legði undirritaða uppskot fyri sosialu nevnd um at Klaksvíkar Kommuna skal søkja stuðul til røktarheimsbygging sambært tørvinum á eldrarøkt í Klaksvík og var hetta uppskot samtykt í sosialu nevnd.
Bíðilistin til røktarpláss í Klaksvík er umleið 89 fólk harav 10-15 eru akut. Skulu vit loysa tørvin í Klaksvík á ein virðiligan hátt, so eiga vit at niðurleggja Sambýli í Bøgøtu, ið hevur 10 pláss, og vit eiga eisini at niðurleggja tey búpláss á Røktarheiminum har tvey búfólk búgva saman, hetta hoyrir ikki heima í 2006.
Sambært fakfólkum á økinum, so vil eitt røktarheim við 34 plássum nøkta tørvin her norði langt fram í tíðina og tá er afturlating av sambýlinum í Bøgøtu og dupultplássini á røktarheiminum íroknað. Tíðin er ikki til at velja bíligar loysnir, so sum sambýli, tí røktartørvurin er av slíkum slag at sambýli ikki er egnað til endamálið. Fáa vit eitt røktarheim til 34 brúkarar so skuldi røkst fyri at Sambýli undir Heygnum kom at virka eftir endamálinum, sum eitt verðuligt sambýli.
Klaksvíkar Kommuna hevur og ferð at gera stórar íløgur komandi árini, men at taka tey eldru burturúr og siga at tey mugu bíða eri eg als ikki samd í. Hvar og nær vit gera íløgurnar er ein spurningur um fíggjarorku og raðfesting. At kommunan ikki kann fara undir røktarheimsbygging í 2006- 2007 eri eg greið yvir. Tann einasta íløgan á sosiala økinum í dag er barnagarðurin í Traðargøtu og tá hann er liugur væntandi tíðliga í 2007, so eigur at vera pláss fyri minst einari íløgu innan hetta øki og tað eigur at vera eitt røktarheim. Verður hetta ikki gjørt so hevur meirilutin í Klaksvíkar Býráð, eftir mínum tykki, lagt alt sum eitur sosialpolitikk á hyllina.
Umsóknirnar sum í hesum døgum fara til landið um stuðul eru partur av eini 3 ára ætlan, tað vil siga tær ganga heilt fram til 2009 og tí má Klaksvíkin vera við nú.
Verður henda ætlan veruleiki so kann Klaksvíkin eisini vera millum fremstu kommunir í landinum tá ið tað kemur til eldraøki og at so verður vil undirritaða leggja alla orku í at virka fyri.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur
http://heima.olivant.fo/~eydgunn/




