Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey eta grind á Landssjúkrahúsinum

Oliver Joensen

Er tað ikki enn ein størri skandala hjá Útvarpinum og Hans Paula Strøm, sum royna at stuðla undir óumhugsaða forboði hjá Landslæknanum og Pál Weihe.
Endamálið er kanska at nirða Klaksvíkar Sjúkrahús, tá alt kemur til alt.

Ótrúligt, at okkara egna kringvarp, sum vit, allir føroyingar eru tvangsinnlagdir at gjalda til, soleiðis fer í herðnað ímóti okkara aldargamla siði at gagnnýta okkara tilfeingi.
Alla respekt fyri okkara granskarum, men vælsignaðir latið aðrar døma um úrslit og ávirkan. Sambært leiðaranum í Norðlýsinum ídag, so er stutt áramál síðani, at granskarar mæltu inuittunum í Kanada til at fara aftur til at eta kóp og hval, tí burgarar og cola vóru nógv skaðiligari fyri teir enn eiturevnini í havdýrunum.

Jákup Bogi fór ov lætt um evnið um døgurðamatin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann segði ikki eitt orð um, at fólk høvdu tríggjar rættir at velja ímillum, nevniliga grind, búff Stroganov og smyrjubreyð. Norðlýsið hevur kannað eftir og tað vísir seg at næstan øll valdu grind til døgurða.

Eisini í kantinuni, har starvsfólkið skal gjalda fyri døgurðan, valdu næstan øll feska grind, hóast búff Stroganov og smyrjubreyð eisini stóð teimum í boði.

Sum rosinan í pylsuendanum, so átti Jákup Bogi ella onkur í Kringvarpinum at farið og kanna hvat tey høvdu til døgurða á Landssjúkrahúsinum ídag. Men sigið okkum eisini um sjúklingar og onnur høvdu aðrar valmøguleikar.

Landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm fær heilt víst trupulleikar, um hann ætlar at banna grind til døgurða á sjúkrahúsinum, røktarheimum og sambýlum. Sambart kanningini á Internet Norðlýsinum, so eta umleið 80% av føroyingum grind, hóast buldrið er nógv frá kringvarpinum og teim 20 prosentunum.

Harleywoodpaint