Leygarkvøldið høvdu nakrar av old-girls kvinnunum skipað fyri eini hugnaligari móttøku fyri rógvarunum hjá felagnum, tá teir um 9-tíðina komu aftur til Klaksvíkar. Serliga var fagnaðurin stórur fyri Páll Fanga monnunum, sum jú høvdu vunnið gull á Fjarðastevnu.
Tað var frøi á monnunum við Páll Fanga, tá teir komu aftur til Klaksvíkar við Dúgvuni leygarkvøldið.
Ein old-girls manning vísti teimum heiður við at rógva út ímóti teimum, tá teir komu við Dúgvuni, sum eisini nýtti høvið at floyta fyri gull-vinnarunum við Páll Fanga, sum stóðu úti á dekkinum, meðan siglt varð inn eftir vánni.
Í neystinum høvdu kvinnurnar gjørt ein drekkamunn við køkum afturvið, og tað var ikki sørt av fólki í neystinum, tá róðrarfólkið kom heim í neystið.
Páll Fanga menninir nýttu fyrst høvið at koyra ein rundtúr við steypunum og bátinum, áðrenn teir stevndu í neystið, har fólk ynsktu teimum tillukku.




