Ein kanning av lønarviðurskiftunum hjá leikarum í Premier League frá 2003 til 2012 vísir greitt at samband er millum úrslit og tað sum feløg rinda leikarum í løn. Ørandi upphæddirnar ið brúktar verða til at keypa leikarar síggjast ikki aftur í úrslitunum á vøllinum.

Í 2013 rindaðu fótbóltsfeløg hvør øðrum 11 mia. kr. fyri at keypa leikarar og ein stórur partur av hesum peningi var als ikki til frama fyri fótbóltsligu úrslitini. Í veruleikanum fekk bert ein lítil partur av feløgunum ítróttarligan vinning av at keypa leikarar fyri nógvar pengar. Ein kanning av 40 premier league feløgum seinastu 20 árini vísti at peningur sum brúktur var til leikarakeyp bert ávirkaði 16% støðuna í kappingini. Niðurstøðan er at um hugt verður eftir úrslitum yvir eitt longri áramál er tað eingin fyrimunur at verða eitt felag sum keypir nógvar leikarar.
Men tað er ein sannroynd at tey feløg sum rinda hægstu leikaralønirnar seinastu 10 árini eisini eru tey feløg sum klára seg best. Tað er eingin ivi um at hægri leikaralønir geva munandi betri úrslit enn dýr leikarakeyp.
Hægri lønir gera ikki leikarar til betri fótbóltsleikarar, men tað vísir seg at feløg sum rinda góðar lønir draga góðar fótbóltsleikarar til sín.
Kelda: Scoccernomic 2014