Sigurdur Ottoson, stjóri og eigari av Roykstovuni segði í morgun við Norðlýsið, at hann var í fer við at fríðka um bygningin við Kommunubrekkuna. Vit treingja til nýggj vindeygu og harafturat skal málningurin hjá Niels í Horni restaurerast.
Um vitjanir á Roykstovuni sigur Sigurdur, at ein kundi ynskt fleiri viðskiftafólk, men tað er líka sum um, at seinnu árini hevur gongdin verið rætta vegin. Men, hetta krevur nógv av okkum sjálvum. Vit bæði eg og konan, munnu arbeiða her í eini 70 tímar hvørja viku, so tað er ikki lítil orka vit leggja í hesa lítlu fyritøkuna fyri at fáa svørt tøl í roknskapin.
Niels í Horni og Árni Zachariassen vóru einastu gestirnir, sum vóru á vitjan á Roykstovuni í morgun, tá Norðlýsið var á gott. Teir báðir “bygdamyndirnar” sótu við diskin og hugnaðu sær við einum práti og einum kaffimunni.




