Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey, ið selja grýn

Oliver Joensen

Í 1915 yrkti Tróndur Olsen táttin ”Í Gøtu ein dag”. Har endar hann við einum hjartasuffi um støðið í løgtinginum:

”Men sig, hvat ger Tingið. Nú statt ei og bín!”
”Jú, teir selja grýn!”

Lítið er broytt, síðani Tróndur á Malarenda yrkti hesa yrking, ið gjørdist klassikari millum tættir í Føroyum.

Tað má ásannast, nú Sjúrður Skaale leggur fyri tingið uppskot til samtyktar um ”at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, ið skal áseta, at klassiska latínska alfabetið skal vera almenna alfabetið í Føroyum”.

Uppskot á følskum grundarlagi

Í viðmerkingum sínum rør løgtingsmaðurin fram undir, at bókstavir sum x, z, c og w eru bannaðir í føroyskum tekstum. Tað eru teir ikki.

Tað er ikki skuggi av nakrari lógargrein, sum bannar nøkrum at nýta hesar stavir.

Tvørturímóti kann t.d. verða víst til ”MÁLLÆRU”, sum vit báðir Paulivar Andreasen evnaðu til, og sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1997. Tað, sum har stendur, er eingin lóg, men mangir lærarar brúka hana sum handbók í undirvísingarhøpi.

Har verður stavraðið nevnt, og so verður lagt aftrat:

”Í føroyskum síggjast kortini av og á aðrir stavir, t.d. x, z, c, q, ü, w og Þ, tá ið fremmandaorð verða endurgivin.”

Og fremmandaorð eru mær vitandi ikki bannað í føroyskum tekstum.

Ið hvussu so er, eru tey tíðum at síggja í skrivaðum teksti, ikki so sjáldan í meira lagi.

Skal løgtingið máa støðið undan eini skipan, tað sjálvt hevur samtykt?
Felags fyri Norðurlond er, at tey øll hava eina ráðgevandi málnevnd.
Sum ikki eina ferð vóru føroyskir myndugleikar seinastir í hesum høpi.
Reglugerðin fyri føroysku málnevndina er frá 1. apríl 1985.
Har stendur í 2. grein:
”Føroyska málnevndin skal geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál.
Nevndin hevur fyrst og fremst hesar fyrisetningar at fremja:
1. At savna og skráseta nýkomin føroysk orð og vera til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Nevndin skal eisini hava eyguni eftir málspillu, sum er um at taka seg upp, og royna at forða fyri, at hon festist.
2. At hava samvinnu við orðanevndir hjá feløgum og stovnum og styðja tær eftir førimuni í starvi teirra.
3. At svara málspurningum frá stovnum og einstaklingum og leggja sær eina við at hava gott samstarv við stovnar og fjølmiðlar, ið hava stóra málsliga ávirkan, so sum landsfyrisiting, skúlar, tíðindabløð, útvarp og sjónvarp. At svara spurningum um ivamál viðvíkjandi fólkanøvnum, staðanøvnum o.ø. nøvnum.
Spurningar og svør verða varðveitt í skjalasavninum hjá nevndini.
4. At hava samstarv við aðrar málnevndir og samsvarandi stovnar í hinum Norðurlondum og senda umboðsfólk á felags ársfund teirra.
Nevndin tilnevnir stjórnarlim og varalim fyri føroyskt mál í stjórn Málstovu Norðurlanda.

Harumframt kann landsstýrið geva nevndini onnur verkevni í sambandi við føroyska málrøkt, so sum stavsetingarspurningar, ráðgeving um mál í lógum og kunngerðum, lærubókum og handbókum o.ø.”

Sum sæst í tekstinum í reglugerðini, er føroyska málnevndin sett m.a. at taka sær av spurningum sum hesum, sum nú er frammi.

Tað tykist meir enn løgið, at ein tingmaður skal leypa um fakligu nevndina, sum politiska skipanin sjálv hevur sett at leggja sær ráð.

Hvat verður tað næsta?

Skal løgtingið lóggeva um henda spurning, má løgtingið ivaleyst eisini lóggeva um so mangt annað:

Skulu børn rættast, tá ið tey t.d. skriva kjatt fyri chat, kips fyri chips, sitrón fyri citrón ella vevur fyri web?

Og hvat verður so tað næsta?

Ætlar Sjúrður Skaale sær at leggja fram lógaruppskot um, hvørt skrivast skal Gud ella Guð?

Skal løgtingið lóggeva, um børn skulu rættast, skriva tey fimleikur fyri gymnastik ella sjónvarp fyri fjernsyn?

Smálutir og stórmál

Tað hevði als ikki undrað meg, um ”tey, sum selja grýn á Vaglinum”, samtykkja eitt slíkt ørvitisuppskot.

Eitt duga tey ið hvussu so er væl: at fáast við smálutir, sum tey einki hava við at gera, og gloyma tey málini, sum veruliga hava týdning.

Løgtingið samtykti í 2005 at seta eina Málstevnunevnd, sum lýsa skuldi støðuna hjá føroyskum máli og koma við uppskotum og tilráðingum á hesum øki. Nevndin var mannað tíðliga í 2006 og fór til verka 1. apríl. Sjálvur var eg formaður í nevndini, sum handaði landsstýrismanninum umbidna álitið til ásetta tíð, t.e. fyri 31. desember 2007.

Síðani eru farnir um tjúgu mánaðir, og fýra landsstýrisfólk umboðandi Fólkaflokkin, Tjóðveldið og Javnaðarflokkin hava umsitið mentamál, men enn hevur eingin teirra evnað at bera eitt liðugt skrivað álit, sum tað almenna hevur brúkt væl av peningi uppá, úr Mentamálaráðnum og oman í Løgtingið. Ella sagt øðrvísi: Løgtingið hevur, nú august mánaður 2009 er hálvliðin, ikki evnað at fáa hendur á tí áliti, sum tað sjálvt bað um at fáa skrivað í 2005, hóast álitið var liðugt í 2007.

Hvussu í Harrans navni kann nakar hava álit á einari tílíkari skipan?

Á málpolitiska økinum eru stórmál at viðgera:

Tað er staðilig sannroynd, at grønlendingar eru farnir fleiri bátslongdir fram um føroyingar, tá ið ræður um at vinna máli sínum tign og frama. Við nýggju sjálvstýrislógini er grønlendskt viðurkent sum tjóðarmál, men enn røkist einki fyri, at føroyskt verður viðurkent sum tjóðarmál í Føroyum.

Tað hevur ikki kvøtt úr nøkrum tingfólki um henda veruleika.

Tá ið kemur til at vinna føroyskum máli tign og frama, hoyrist einki frá Føroya løgtingi.

Men tá ið kemur til at vinna x, z, c og w størri frama í føroyskum, fara tingfólk uttan iva at trýsta á grøna knøttin.

Sanniliga kann hetta tykjast skemtiligari enn ”PIPAR og SALT”.

Men fyri Føroya løgting er hetta ein stór skomm.

Árni Dahl