Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey prýða um í Hvannasunds Kommunu

Danial Viðoy

Ung í arbeiði: ‘Ung í Arbeiði’ er eins og undanfarin ár í Hvannasunds Kommunu. Tey ungu fáa nógv frá hondini og tað sæst nógv eftir teimum. Í ár prýða tey um og bøta um ymiss viðurskifti í kommununi.

Ung í arbeiði: ‘Ung í Arbeiði’ er eins og undanfarin ár í Hvannasunds Kommunu. Tey ungu fáa nógv frá hondini og tað sæst nógv eftir teimum. Í ár prýða tey um og bøta um ymiss viðurskifti í kommununi.

Tey hava sligið gras í Kirkjugarðinum, omanfyri parkeringsplássini við bátabrúgvarnar, sunnanfyri gamla skúlan, í barnagarðinum og helst aðrarstaðni, sum skrivarin ikki hevur fingið við.

Eisini hava ungu jassarnir og gellurnar málað. Harímillum útimøblar og garð í barnagarðinum. Sum skilst er størsti denturin í ár lagdur á, at prýða um og viðlíkahalda tað, sum er í Hvannasunds Kommunu.

Fyri fáum árum síðani gjørdu úr Hvannasundi og Norðdepli eina snøgga og væl frágingna gøtu framvið sjóvarmálanum. Allan vegin úr Kirkjuni og norð á bátabrúgvarnar. Ein gøta, sum er komin borgarunum í kommununi væl við.

Upplýsast skal, at torført var at fáa myndir av teim ungu, tí tey vóru so ágrýtin í arbeiðinum. Flest øll vóru í holtur við okkurt.

Tey ungu, sum eru 23 í tali, fingu frí klokkan fýra og møta aftur í morginári klokkan átta.