Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tey ríku kunnu gera sær dælt av Bústøðum

Johnny í Grótinum

Tað kann tykjast bakvent, men í veruleikanum er onki til hindurs fyri, at almenna bústaðarfelagið Bústaðir í løtuni verður gagnnýtt av teim ríkastu til at ríka seg enn meira. Og samstundis ger felagið bústaðarneyðina verri við at skeikla marknaðin fyri leiguíbúðir.

Um tú spákar tær ein túr oman á Skansan í Havn, leggur tú óiva til merkis snotiliga íbúðarblokkin hjá Bústøðum. Sum Bústaðir so seljandi greiða frá á egnari heimasíðu, hava tær 12 arkitektteknaðu “íbúðirnar frálíkt útsýni yvir Skansan og Nólsoyarfjørð. Útsýnið kunnu leigararnir njóta á egnari altan ella terassu.” Á sama hátt kanst tú spáka tær ein túr í nýggja miðbýarøkinum í Klaksvík og eygleiða minst líka hábærsliga íbúðarbygningin hjá Bústøðum á Biskupstorginum. Hesar 30 leiguíbúðirnar hava eisini allar hvør sína rúmliga terassu við útsýni yvir vágna og býin sum heild.

Men er tað ikki bara deiligt, at tey sosialt útsettu og óhjálpnu á bústaðarmarknaðinum hava fingið í boði dygdargóðar leiguíbúðir til ein sámuligan kostnað? Tað er tó als ongin trygd fyri, at tað eru tey óhjálpnu á bústaðarmarknaðinum, sum á henda hátt hava fingið eina loysn. Tvørturímóti. Hóast ein kundi hildið, at hetta var uppgávan hjá Bústøðum út frá tí, sum stjórin Andras Róin fríggjadagin púra ósmæðin bar fram í bæði útvarps- og sjónvarpstíðindunum.

Veruleikin er tó ein annar. Við verandi viðtøkum og politikki hjá Bústøðum er als onki til hindurs fyri, at tað eru tey mest vælbjargaðu, ið skrivað seg upp á bíðilistan hjá almenna bústaðarfelagnum og fáa í boði eina íbúð á fyrstu parkett í Havn ella Klaksvík. Við eini mánaðarligari leigu 8.800 krónur fyri íbúð við 2 sovikømrum á Skansanum og upp til 10.900 krónur fyri størstu íbúðirnar á Biskupstorginum er greitt, at hesar íbúðir fíggjaðar við almennum skattakrónum eru ikki bygdar til at nøkta tørvin hjá teim óhjálpnu á bústaðarmarknaðinum.

Soleiðis kunnu tey ríku gera sær dælt

Men hvussu kunnu tey ríku beinleiðis gera sær dælt av Bústøðum? Ein kann lætt ímynda sær, at borgarar, sum hava niðurgoldið sítt bústaðarlán og sita í ov stórum húsum, kunnu skrivað seg upp til eina leiguíbúð hjá Bústøðum. Fáa tey íbúðina í boði – og tá verður ikki spurt eftir, um tú longu hevur bústað – kann viðkomandi bjóða verandi bústað sín út á privata marknaðinum til vanliga marknaðarleigu og brúka vinningin til at rinda fyri at búgva á fyrstu parkett í alment stuðlaðum íbúðarbygningi.

Var hetta meiningin við Bústøðum? Nei, men tað er tó heldur ikki í andsøgn við viðtøkurnar ella politikkin, tí samgongan sum í 2012 umskipaði Húsalánsgrunnin til almenna bústaðarfelagið Bústaðir hugsaði opinbart ikki, at tað skuldi vera neyðugt at avmarkað virksemi felagsins til einans at hjálpa teim óhjálpnu. Og samgongan, ið sat frá 2015-19, gav Bústaðir eina lániheimild fyri 250 milliónir krónur til millum annað at liðuggera Skansan og Biskupstorgið. Uttan at seta nakrar treytir yvirhøvur um hjálp til tey óhjálpnu á bústaðarmarknaðinum.

Soleiðis skeiklar Bústaðir marknaðin fyri leiguíbúðir

Í september 2018 skrivaði eg eina almenna greining, har eg vísti á, at “Bústaðir ger bústaðarneyðina verri”. Við støði í útmeldingunum hjá Bústøðum sjálvum í teirra ársfrágreiðing vísti eg á, at Bústaðir hevur eina sjálvsfatan, har stovnurin kann vera í kapping við privata leigumarknaðin uttan at renta eginognina ella rindað eitt avkast til eigaran – tað er føroyska skattaborgaran.  Sostatt verður leigan hjá Bústøðum ásett fyri einans at afturrindað 70% av íløguni umframt til umsiting og viðlíkahald.

Almenna greining mín loypti øði í Andras Róin, stjóra á Bústøðum, sum í einum lesarabrævi kallaði meg bæði pínligan og frekan. Hann afturvísti tó als ikki mínum páhaldi, tvørturímóti gjøgnumgekk hann tríggjar grundgevingar fyri páhaldinum og váttaði tær allar:

  1. Bústaðir fær sertreytir frá kommunum í keyp av lendi, men helt Róin “at privatar verkætlanir kunnu fáa somu treytir, sum Bústaðir hevur kempað seg til”. Gaman í, og tað vildi verið eitt avgjørt framstig, um allar kommunurnar bjóðaðu privatum somu treytir – tað er bara ikki so. 
  2. Bústaðir forrentar ikki tey fyrstu 30% av kapitalinum fyrstu árini, váttaði stjórin, men vísti síðani til, at pensjónsfeløg hava líknandi skipanir í grannalondum okkara bara við øðrum prosentum. Í míni tíð í fíggjargeiranum var eg og vitjaði stóru donsku pensjónsfeløgini og fekk neyvt innlit í júst hetta, og nei, har er onki av feløgunum, sum ikki fer eftir eini marknaðarrenting av øllum kapitalinum í mun til váðan.
  3. Bústaðir tekur ikki eina marknaðarleigu fyri íbúðir teirra, men í staðin brúka tey kostprísin til útrokning av leiguni. Hetta er enn ein staðfesting av páhaldi mínum um, at Bústaðir skeikla marknaðin og minkar privata framtakssemi.

Sostatt vildi marknaðarleigan fyri marglætisíbúðirnar á Skansanum verið munandi hægri enn tær longu eru, tí tær eru ikki ásettar við støði í útboð og eftirspurningi á leiguíbúðarmarknaðinum. Tvørturímóti eru tær ásettar við støði í einans at afturgjalda ein part av kostprísinum fyri bygningin. Soleiðis er Bústaðir við til at skeikla marknaðin og køva privata framtakssemi.

Tað er tí í tøkum tíma, at politiska skipanin við støði í eitt nú nýggju frágreiðingini um bústaðarmarknaðin tekur eitt aðalorðaskifti um bústaðarpolitikkin, herundir hvønn leiklut Bústaðir eigur at hava á føroyska bústaðarmarknaðinum.