Tá vit komu framvið Útistovu úti í Grøv ídag, fingust børnini við at brenna bál, grilla og at sleða.
Tað eru ikki øll, sum bara sita inni og krúpa, nú kavin og kuldin eri komin. Kuldin og góðveður er nevniliga alternativið til hita og ódnir hesa tíðina, tí má kuldaveðrið sigast vera kærkomið, og tað dugdu børnini í Útistovu so sanniliga at njóta ídag.
"Snobrød" var á skránni á grillini, og harafturat var bál. Børnini hugnaðu sær óført. Gangurin var sum vera man nógvur og sunnir sóu reyðu kjálkarnir út, tá børnini við sveittabrot tóku seg niðan brekkuna at fáa ein sleðutúr afturat. Jú sannur vetrarhugni úti í Grøv.




