Klaksvík hevur oftast komið sær væl undan, tá hóttafall
hevur verið í útheimi. Soleiðs var ávíkavist í
1930unum og -50unum.
Einki nýtt er, at Klaksvík, eins og aðrir býir, á ymsum økjun hevur verið fyri upp- og niðurgongdartíðum, men Klaksvík hevur oftast komið sær væl undan, tá hóttafall hevur verið í útheimi. Soleiðis var ávíkavist í 1930unum og -50unum.
Men skal ein komast undan, eru nógv tøk, ið skulu takast, og ikki minst at tøkini verða tikin samfeld. Allir partar, hvør á sínum øki, taka hond í. Latið ikki tíðina, vit nú eru í, eisini gerast mótloysiskreppa, tí fer mótið, er alt farið!
Í hesum ári, nú Klaksvíkar Kommuna fyllir 100 ár, eru tað tríggir grundleggjandi tættir, sum eru fyri álvarsligum bakkasti, nevniliga: Kommunan, Kósin og KÍ (formuladeildin). Tey trý týdningarmiklu K’ini. Hesir tríggir partar í býi okkara hava til felags, at tað er tvingandi neyðugir fyri okkum øll, at teir hava viðgongd, bæði psykologiskt, men so sanniliga eisini ikki minst fíggjar- og búskaparliga.
Sum næststørsti býur í landinum, hevur verið Klaksvík og eigur framvegis at verðá lokomotivið. Tað kann tí tykjast ørkymlandi, at hesir tríggir týdningarmiklu og grundleggjandi tættir eru fyri afturgond í løtuni. Hesir partar hava havt ein samfelagsligan týdning fyri alt landið, og tað koma teir eisini at hava í framtíðini.
Lýsandi kyndil og áhaldni
Norðoyatunnilin hevur í mangar mátar givið okkum trúgv á framtíðina, handilsfelagið hevur verið uppaftur meiri virkið síðani, ymisklig mentanarátøk hava givið okkum nógvar upplivingar, tað sama innan fjølbroytni í ítrótti. Nýhugsanir hava eisini verið at hóma og saman við áhaldni í vinnuni eigur at síggja ljóst út.
Tá nýggja býráðið er samansett og farið til verka, hevur tað eina tvungna ábyrgd. Beinanvegin eigur at verða farið undir at savnað allar tættir í býnum, og soleiðis at vera við til, at halda kyndlinum lýsandi og at vit harvið fáa uppaftur meiri fjølbroytni.
Við arbeiðssomum og fúsum kreftum, har øll standa saman av einum huga, kunnu hesi trý týdningarmiklu K’ini aftur koma sær undan og lýsa fyri okkum øllum borgarum í Klaksvík.
Jógvan við Keldu
www.keldu.com keldu@post.olivant.fo




