Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey ungu eru í arbeiði

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Árliga tiltakið “Ung í arbeiði” er farið inn í sættu viku, og fleiri enn 80 ung hava tikið lut í ár. Eitt nú bøta tey um gøtuna út ímóti Borðoyanesi.

Klaksvíkar Kommuna skipar aftur í ár fyri, at tey 14-17 ára gomlu í kommununi sleppa til arbeiðis í summarfrítíðini. Fleiri enn 80 ungir klaksvíkingar hava í ár tikið lut í skipanini, har tey eru til arbeiðis í tvær vikur á 30 tímar.

Arbeiðið fevnir víða, og so at siga allar deildirnar hjá kommununi hava havt ung í arbeiði í ár, og harafturat standa tey ungu eisini fyri arbeiðnum at bøta um gongugøtuna út ímóti Borðoyanesi, sum myndirnar eisini vísa.


Tekst & Myndir: Dávur Winther