Tað sigur Gunnar Bjørgálv, sum hevur verið millum tey ungu á Viðareiði hesa vikuna, tey hava verið í Ung í Arbeiði.
Tað sigur Gunnar Bjørgálv, sum hevur verið millum tey ungu á Viðareiði hesa vikuna, tey hava verið í Ung í Arbeiði.
– Jú tey eru ófør og hanga í. Gøtan, ið tey eru í holt við, verður neyvan liðug hesa vikuna og tískil neyvan í ár. Men komandi ár verður hon allarhelst klár.
Tá ið Norðlýsið var á vitjan í morgun, manglaði grús, tí tey ungu høvdu arbeitt undan. Tað boðar frá góðum.
LES UM GØTUNA, IÐ TEY UNGU AV VIÐAREIÐI BYRJAÐU UPP Á Í FJØR
Gunnar hevur prýtt um niðri við kirkjuna, meðani tey ungu hava pjøssað upp á gongugøtuna.
Tað er ikki sørt, at niðri á Bakka eru vorðið eitt sindur hugnaligt eftir hondini. Tá ið umtalaða gøtan verður liðug komandi ár, verða býlingarnir upp við Fodlendi og uppi við Garð so at siga samantvinnaðir við Brekkumørk og Ónagerði.
Ein av teimum ungu sigur, at hetta fer at verða gott fyri ferðandi, ið koma til Viðareiðis at vitja. Vit kunnu ikki annað, enn geva viðkomandi rætt.
Vert er annars at leggja til merkis, at tað bert eru dreingir á myndunum. Men tað eru eisini gentur til Ung í Arbeiði. Tær hava aðrar uppgávur í bygdini.




