Leygardagin 15. mars kl. 10.30 skipar Treysti fyri afturvendandi TF Renningini, sum er ein partur av sponsoravtaluni millum Treysti og Tryggingarfelagið Føroyar.
Treysti hevur í fleiri ár skipað fyri rennikapping, sum ber navnið hjá høvuðsstuðulinum hjá felagnum, og soleiðis verður aftur skipað fyri TF Renning. Hendan renningin hevur altíð verið hildin í mars tætt uppá stovningardegnum hjá Treysti, sum er 23. mars. Í ár verður hendan renningin leygardagin 15. mars.
Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Heiðursmerkir, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur, verða til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum.
Tilmelding fer fram í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Kirkjubrekku leygarmorgunin 15. mars millum kl. 9.30 og 10.15. Luttøkugjaldið er, sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.
Skráin fyri renningina sær soleiðis út:
09.30-10.15 Tilmelding í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar
10.30 Gentur & Dreingir f.2008 ella seinni – umleið 250m
10.40 Gentur & Dreingir f.2006-2007 – umleið 500m
10.50 Gentur & Dreingir f.2004-2005 – umleið 500m
11.00 Gentur & Dreingir f.2002-2003 – umleið 1,1 km
11.00 Gentur & Dreingir f.1998-2001 – umleið 1,1 km
11.15 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1969-1997 – 3,1 km
11.15 Kvinnur & Menn veteranar f.1959-1968 – 3,1 km
11.15 Kvinnur & Menn superveteranar f.1958 ella fyrr – 3,1 km
11.45 Heiðursmerkjahandan í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar (ella uttanfyri um tað viðrar)
Startur og mál verður í Kirkjubrekkuni uttanfyri deildina hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Eftir renningina verður okkurt leskiligt at fáa frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Luttøkan plagar at verða góð, og tað vónar Treysti aftur hesuferð.





