TF Vetrarkappingin: Treysti vann liðkappingina fyri menn
Skriva hevur:
Treysti
Liðið hjá Treysti, mannað av Marnar Djurhuus, Einar Gregersen og Jan Elmar Sørensen, vann so ruddiliga liðkappingina hjá monnum í TF Vetrarkappingini, sum endaði leygardagin. Runnin eru átta umfør í vetur og hevur liðið hjá Treysti ligið á odda eftir hvørt umfar. Í vetrarkappingini fær hvør einstakur rennari stig eftir plasering í opna bólkinum. Harumframt verða latin nøkur bonusstig um rennarin hevur luttikið í 6, 7 og 8 umførum. Hvørt umfar telur við, og fyri at telja við skal rennarin hava gjøgnumført minst fimm umfør.
So sær endaliga støðan út í liðkappingini
Stigini verða býtt soleiðis:
01. fær 50 stig 02. fær 47 stig
03. fær 45 stig
04. fær 43 stig
05. fær 41 stig
06. fær 40 stig
07. fær 39 stig
08. fær 38 stig
09. fær 37 stig
10. fær 36 stig
…
45. fær 01 stig
Hetta er fyrstu ferð, at skipað hevur verið fyri liðkapping í vetrarkappingini. Tey í sersambandinum fyri frælsan ítrótt, FÍF, eru somikið vælnøgd við hesa fyrstu liðkappingina, at tað framyvir eisini verður skipað fyri liðkappingum í vetrarkappingini.
Fv. Nr. 2 gjørdist Bragdið 1 (Teitur Bjarnastein, Hallur Holm og Sam Vang), nr. 1 gjørdist Treysti 1 (Jan Elmar Sørensen, Marnar Djurhuus og Einar Gregersen) og nr. 3 gjørdist Roysnið 1 (Arfinn Johannesen, Jóhan M. Jacobsen og Regin Thomsen)