Aftur í vetur bleiv Treysti mest vinnandi felag í vetrarkappingini, sum endaði leygardagin í Runavík. Kappast hevur verið í 9 einstaklingabólkum og av teimum vann Treysti teir 6. Kappast hevur verið í hesum einstaklingabólkum:
Gentur 1998-2002
Dreingir 1998-2002
Kvinnur opin bólkur -1997
Menn opin bólkur -1997
Kvinnur veteranar 1959-1968
Menn veteranar 1959-1968
Menn superveteranar -1958
Sum nakað nýtt bleiv eisini skipað fyri liðkapping, har 3 rennarar mannað hvørt lið, í opnu bólkunum. Treysti eisini liðkappingina hjá monnum.
Gentur 1998-2002
Her gjørdu genturnar ein tripp-trapp-treysti. Maria Biskopstø, sum fyri fyrstu ferð hevði aldur til at kunna luttaka í vetrarkappingini, gjørdi ikki mætari enn at vinna samlað. Oddvør Josephsen gjørdist nummar 2 og Elin Kristina Ryan nummar 3.
Oddvør, Maria og Elin Kristina
| Gentir (1998-2002) | Árg. | Felag | bonus | Úrslit | |
| 1 | Maria Biskopstø | 2002 | Treysti | 6 | 256 |
| 2 | Oddvør Josephsen | 2001 | Treysti | 3 | 244 |
| 3 | Elin Kristina Ryan | 2000 | Treysti | 1 | 226 |
Dreingir 1998-2002
Hjá dreingjunum gjørdist Gunnar Sivertsen tryggur vinnari. Hann luttók í 7 av teimum 8 umførunum, og vann tey øll. Á øðrum- og triðjaplássi komu Rúni Skarðhamar úr Roysnið og Steintór Egholm úr Bragdið.
Rúni, Gunnar og Steintór eru kappingarneytar og vinmenn
| Dreingir (1998-2002) | Árg. | Felag | bonus | Úrslit | |
| 1 | Gunnar Eihilt Sivertsen | 1999 | Treysti | 3 | 253 |
| 2 | Rúni Skarðhamar | 1999 | Roysnið | 3 | 241 |
| 3 | Steintór Egholm | 2000 | Bragdið | 3 | 234 |
| 4 | Dánjal Dahl Ljósheim | 2000 | Hvirlan | 1 | 216 |
| 5 | Jákup Dahl Ljósheim | 1998 | Hvirlan | 0 | 212 |
| 6 | Elias Thorsteinsson | 2001 | Hvirlan | 3 | 208 |
| 7 | Ingi Johannesen | 2002 | Roysnið | 3 | 205 |
| 8 | Hans Eihilt Sivertsen | 2001 | Treysti | 0 | 201 |
Mansunglingar 1993-1997
Her var Marnar Djurhuus favorittur og hann vann allar sínar kappingar. Einar Gregersen hevur havt ein góðan vetur og vann sær eitt trygt annaðpláss. Nummar trý bleiv Teitur Bjarnastein úr Bragdið.
Einar, Marnar og Teitur
| Mansunglingar (1993-1997) | Árg. | Felag | bonus | Úrslit | |
| 1 | Marnar Djurhuus | 1995 | Treysti | 3 | 253 |
| 2 | Einar Gregersen | 1995 | Treysti | 6 | 244 |
| 3 | Teitur Bjarnastein | 1997 | Bragdið | 3 | 230 |
Kvinnuunglingar 1993-1997
Rebekka rann í vetur fyri seinastu ferð í kvinnuunglingabólkinum eisini. Hon hevur tíverri verið nokkso einsamøll, men vinnur enn einaferð hendan bólkin.
Rebekka einsamøll kvinnuunglingi
| Kvinnuung. (1993-1997) | Árg. | Felag | bonus | Úrslit | |
| 1 | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti | 6 | 256 |
Menn opin bólkur -1997
Her hevur Marnar Djurhuus verið einaráðandi í oddinum nú í nøkur ár, og ongantíð hevur hann verið meira suverenur enn í vetur. Einar Gregersen og Jan Elmar Sørensen hava eisini runnið væl í vetur og gjøgnumført øll umførini. Teir blivu júst ov stuttir til at koma á skammilin og blivu javnir á fjórða- og fimtaplássi við 222 stigum. Eirikur Hansen á triðjaplássi fekk 225 stig. Sam Vang bleiv nummar tvey við 236 stigum.
| Menn (opin bólkur) | Árg. | Felag | bonus | Úrslit | |
| 1 | Marnar Djurhuus | 1995 | Treysti | 3 | 253 |
| 2 | Sam Vang | 1970 | Bragdið | 1 | 236 |
| 3 | Eirikur Hansen | 1980 | Bragdið | 0 | 225 |
| 4 | Einar Gregersen | 1995 | Treysti | 6 | 222 |
| 5 | Jan Elmar Sørensen | 1991 | Treysti | 6 | 222 |
| 6 | Henry Olsen | 1964 | Bragdið | 0 | 219 |
| 7 | Hallur Holm | 1967 | Bragdið | 3 | 218 |
| 8 | Teitur Bjarnastein | 1997 | Bragdið | 3 | 204 |
| 9 | Guttorm Sørensen | 1968 | Treysti | 6 | 198 |
| 10 | Regin Thomsen | 1976 | Roysnið | 0 | 189 |
| 11 | Niels Poulsen | 1972 | Bragdið | 0 | 188 |
| 12 | Jóhan M. Jacobsen | 1966 | Roysnið | 3 | 180 |
| 13 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið | 1 | 178 |
| 14 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið | 6 | 175 |
| 15 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið | 6 | 169 |
| 16 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi | 3 | 167 |
| 17 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti | 1 | 162 |
| 18 | Herluf Jacobsen | 1963 | Bragdið | 6 | 151 |
| 19 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti | 0 | 147 |
| 20 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið | 3 | 135 |
| 21 | Hilmar Høgenni | 1962 | Bragdið | 3 | 119 |
| 22 | Arnfinnur Helmsdal | 1973 | Bragdið | 1 | 104 |
| 23 | Jan Egholm | 1972 | Bragdið | 6 | 102 |
| 24 | Rani Friang Rasmussen | 1985 | Roysnið | 3 | 100 |
| 25 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið | 1 | 99 |
| 26 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið | 0 | 95 |
| 27 | Jóhannes Ortind | 1951 | Bragdið | 3 | 83 |
| 28 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti | 3 | 83 |
| 29 | Regin Jóanesarson | 1945 | Frælsi | 0 | 36 |
Sam og Marnar. Eirikur vantar á myndini
Kvinnur opin bólkur -1997
Eftir eina heldur trilvandi byrjan, so hevur Rebekka støðugt runnið betur og betur allan vetur. Fyrst bleiv tað eitt triðjapláss, síðani trý onnurpláss, og so gjørdi hon bart og vann hon tær seinastu fýra kappingarnar og tryggjaði sær harvið samlaða sigurin enn einaferð. Nummar tvey bleiv Rigmor N. Arge úr Hvirluni og Tórvør Ø. Vang bleiv nummar trý.
| Kvinnur (opin bólkur) | Árg. | Felag | bonus | Úrslit | |
| 1 | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti | 6 | 253 |
| 2 | Rigmor N. Arge | 1969 | Hvirlan | 3 | 244 |
| 3 | Tórvør Østerø Vang | 1969 | Bragdið | 3 | 230 |
| 4 | Ann Thomsen | 1966 | Bragdið | 1 | 214 |
| 5 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið | 3 | 207 |
| 6 | Birna Mohr Joensen | 1970 | Hvirlan | 1 | 202 |
| 7 | Maria Svabo Hansen | 1972 | Bragdið | 1 | 192 |
| 8 | Anna Sofía Eysturoy | 1963 | Bragdið | 6 | 190 |
| 9 | Karin Kirke Petersen | 1964 | Treysti | 0 | 185 |
| 10 | Anna Maria Seloy | 1964 | Bragdið | 1 | 181 |
| 11 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið | 1 | 177 |
| 12 | Tina Kruse Dam | 1977 | Bragdið | 3 | 174 |
| 13 | Birna Abrahamsen | 1970 | Hvirlan | 0 | 173 |
| 14 | Johanna Vang | 1964 | Bragdið | 1 | 138 |
| 15 | Olga Johannesen | 1967 | Roysnið | 0 | 137 |
| 16 | Jóhanna J. Egholm | 1975 | Bragdið | 0 | 130 |
Rigmor, Rebekka og Tórvør
Menn veteranar 1959-68
Her var spenningur til tær síðstu kappingarnar. Í seinasta umfari skuldu Henry Olsen og Hallur Holm dystast um fyrsta- og annðapláss, meðan Guttorm Sørensen og Jóhan M. Jacobsen skuldu dystast um triðjapláss. Í Runavík skuldi Hallur vinna á Henry um sigurin skuldi koma í hús. Guttorm mátti ikki enda meira enn tvær plaseringar aftanfyri Jóhan M. Endaliga úrslitið varð at Henry vann framman fyri Hallur og Guttorm vann á Jóhan M.
| Menn (veteranar 59-68) | Árg. | Felag | bonus | Úrslit | |
| 1 | Henry Olsen | 1964 | Bragdið | 0 | 250 |
| 2 | Hallur Holm | 1967 | Bragdið | 3 | 247 |
| 3 | Guttorm Sørensen | 1968 | Treysti | 6 | 235 |
| 4 | Jóhan M. Jacobsen | 1966 | Roysnið | 3 | 226 |
| 5 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið | 6 | 212 |
| 6 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið | 6 | 211 |
| 7 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti | 1 | 206 |
| 8 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti | 0 | 198 |
| 9 | Herluf Jacobsen | 1963 | Bragdið | 6 | 196 |
| 10 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið | 3 | 189 |
| 11 | Hilmar Høgenni | 1962 | Bragdið | 3 | 177 |
| 12 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið | 1 | 165 |
| 13 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið | 0 | 161 |
Hallur, Henry og Guttorm
Veteran kvinnur 1959-1968
Her var bæði fyrsta- og annaðpláss avgjørt undan seinasta umfari, men spenningurin um triðjapláss var stórur, og endaliga úrslitið varð, at bert eittans stig var á muni millum nummar trý, fýra og fimm tá avtornaði. Tíverri sníkti eitt mistak seg inn tá upptalt bleiv í Runavík, men hetta er nú rættað. Fyrstu útrokningarnar gjørdu Onnu Sofíu til bronsuvinnara, men rætti bronsuvinnarin varð Karin K. Petersen.
| Kvinnur (veteranar 59-68) | Árg. | Felag | bonus | Úrslit | |
| 1 | Ann Thomsen | 1966 | Bragdið | 1 | 251 |
| 2 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið | 3 | 241 |
| 3 | Karin Kirke Petersen | 1964 | Treysti | 0 | 221 |
| 4 | Anna Sofía Eysturoy | 1963 | Bragdið | 6 | 220 |
| 5 | Anna Maria Seloy | 1964 | Bragdið | 1 | 220 |
| 6 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið | 1 | 216 |
| 7 | Johanna Vang | 1964 | Bragdið | 1 | 191 |
| 8 | Olga Johannesen | 1967 | Roysnið | 0 | 187 |
Ann Thomsen og Anna Sofía Eysturoy
Karin rann seg til eitt samlað triðjapláss
Menn superveteranar (-1958)
Jens R. Weihe hevur í fleiri á vunnið alt í hesum bólkinum. Kappingin um annað- og triðjapláss bleiv millum Jóannes Ortind og Gunnar Simonsen. Spenningur helt sær til síðstu kapping, men har dróg Jóannes longra strá og gjørdist nummar tvey frammanfyi Gunnar.
| Menn (superveteranar -58) | Árg. | Felag | bonus | Úrslit | |
| 1 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi | 3 | 253 |
| 2 | Jóhannes Ortind | 1951 | Bragdið | 6 | 238 |
| 3 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti | 6 | 233 |
| 4 | Regin Jóanesarson | 1945 | Frælsi | 0 | 206 |
Jóannes, Jens og Gunnar
Liðkappingin menn
Her hevur liðið hjá Treysti ligið á odda allan vetur og endaðu teir við, at vinna ein rættiliga tryggan sigur. Teir hava verið raskir og luttikið í øllum umførunum, undantikið í Suðuroy, har Marnar ikki luttók. Bragdið hevur ligið á øðrumplássi allan vetur. Triðjapláss hevur verið kapping millum Roysnið, Bragdið 2 og Treysti 2. Men undan seinastu umførunum stóð tað millum Bragdið 2 og Roysnið.
Onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt verður mangan sagt, og tað fekst sjón fyri søgn í Runavík, tá samlaða støðan var upptald og Roysnið endaði bert eitt stig frammanfyri Bragdið 2.
Liðkapping kvinnur
Her komu tvey lið úr Bragdið á skammilin á ávikavist fyrsta- og triðjaplássi. Hvirlan bleiv nummar tvey.
Hvirlan, Bragdið og Bragdið 2
Um hugt verður eftir heiðursmerkjabýtinum fyri allar kappingarnar í vetur, so liggur Treysti klárt á odda við 193 heiðursmerkjum.
| allir bólkar | GULL | SILVUR | BRONSA | Samanlagt |
| Treysti | 42 | 25 | 17 | 193 |
| Bragdið | 18 | 24 | 32 | 134 |
| Roysnið | 2 | 12 | 5 | 35 |
| Frælsi | 7 | 0 | 1 | 22 |
| Hvirlan | 2 | 2 | 6 | 16 |
| Hvistan | 0 | 0 | 0 | 0 |






