Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TF VK-3 verður á Argjum leygardagin

John William Joensen

Leygardagin 5. desember verður triðja umfarið av TF Vetrarkappingini fyriskipað. Hesaferð verður tað Bragdið, sum stendur fyri kappingini, sum eins og í fjør fer fram úti á Argjum. Sjálv renningin byrjar við Skúlan á Argjahamri og startskotið brestir klokkan 11.00.

10834277_882226341807948_383910017_o
Omanfyri Hamaran á Argjum og so út í grótbrotið á Glyvursnesi at venda…

Rutan er tann sama, sum seinasta ár, soleiðis at byrjað verður við Skúlan á Argjahamri. Runnið verður út til grótbrotið á Glyvursnesi at venda, og runnið verður aftur framvið skúlanum, oman eftir Glyvursvegi til rundkoyringina og síðani niðan til AB húsið, niðan móti einari gøtu, sum gongur móti húsunum á Kongavarða, framvið húsunum og yvir aftur til skúlan, har málið er. Rutan er uml. 8,9 km. Børnini renna frá skúlanum oman eftir Glyvursvegi og niðan til AB húsið og somu rutu yvir aftur til skúlan, sum tey vaksnu. Barnarutan er 3,3 km.

Eisini “gakk og renn”
Bragdið bjóðar eisini øllum áhugaðum, Argjafólki og øðrum, sum ikki hava hug at kappast, men bara at ganga ella renna ein túr, at luttaka. Byrjað verður eisini frá skúlanum og út á Glyvursnes at venda, og aftur til skúlan. Motiónsrutan er 5,6 km.

Í skúlanum eru góðar umstøður, og har verður so møguligt at skifta og fara í brúsu eftir renningina. Og sjálvandi eru umstøðurnar eisini góðar til ein kaffimunn og hugnaløtu afturvið heiðursmerkjahandanini.

Renningin kostar 50 kr fyri vaksin og fyri børnini og motionistarnar kostar tað 20 kr. Tey, sum ikki eru við í TF Vetrarkappingini, melda til í skúlanum á Argjahamri leygarmorgunin. Tilmeldingin er klár á www.fif.fo, og meldast skal til innan fríggjakvøldið 4.desember kl. 22.00. Startnummarið skal heintast leygarmorgunin í skúlanum á Argjahamri, frá kl. 10.00 og øll byrja at renna ella ganga í senn, kl. 11.00.

Í Bragdinum eru tey spent, og vóna at síggja so nógv sum gjørligt, bæði rennarar í Vetrarkappingini og tey, sum bara hava hug at ganga ein túr og gloyma jólarokið eina løtu, og njóta tað vøkru náttúru og útsýnið.