Gay Neville heldur, at Manchester United avrikaðu láturliga vánaligt mánakvøldið og væntar ikki høgan kvalitet sunnudag, tá Manchester United og Liverpool bresta saman.
Ensku miðlarnir gera nógv burturúr, at fótbóltsviðmerkjarin hjá Sky Sports Gary Neville ”slaktaði avrikið hjá Manchester United móti Southampton mánakvøldið. Ein dystur sum Manchester annars vann og sum førdi liðið á 3. pláss. Men Manchester hevði trý skot á mál allan dyst, har tvey fóru í málið vegna stór mistøk í verjuni hjá Southampton. Av teimum vóru tvey skot innanfyri málstengurnar, og tað er tað lægsta hjá Manchester United í einum dysti í 11 ár.
Gary Neville segði soleiðis eftir dystin á Sky Sports soleiðis: – Eg hugsi, at Louis van Gaal møguliga aldrin áður hevur vant eitt lið, sum í avleveringum hevur avrikað so illa sum hendan dystin. Tað einasta jaliga hjá Manchester United í løtuni er, at teir fáa nógvar sigrar. Eg byrjaði at flenna, so vánaligt hetta avrikið var, segði Gary Neville m.a. eftir dystin.
Sunnudagin fær Manchester United vitjan av Liverpool, sum hevur staðið seg enn verri enn Manchester United bæði í stigum og ikki minst leikliga. Og um dystin millum hesi bæði liðini, sum bæði hava fingið nógvan kritikk fyri at hava spælt vánaligan fótbólt hetta kappingarárið, sigur Gary Neville, at dysturin fer at minna um The Dog and Duck versus The Red Lion sipandi til lága leikliga støðið hjá báðum liðunum hetta kappingarárið.
Viðmerkingarnar hjá Neville eru ikki falnar í góða jørð hjá venjaranum Louis van Gaal. Les meir um tað á heimasíðini hjá The Telegraph her.




