Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

The green valley of Europe

Oliver Joensen

Norðurlond marknaðarførast sum “The green valley of Europe”:
Johan Dahl við í kjakinum á Norðurlandaráðsfundi

Í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, saman við landsstýriskvinnuni í innlendismálum verið á fundi við vinnu- og orkumálaráðharrarnar úr hinum norðurlondunum. Evnið á fundinum var hvussu Norðurlond kunnu tryggja eitt sterkt vinnulív og samstundis røkka málunum um at minka munandi um útlátið av veðurlagsgassum.

Á fundium varð m.a. kjakast um, hvussu norðurlond kunnu marknaðarføra seg sum “The Green Valley of Europe”, og nýta hetta sum ein fyrimun hjá fyritøkunum í norðurlondum.

Johan Dahl sigur í hesum sambandi:
“Eg haldi avgjørt at tankin um “The Green Valley of Europe” er áhugaverdur, og eiga Føroyar at samstarva við hini Norðurlondini um hesa verkætlan. Støddin á føroyska samfelagnum ger, at tað er lætt at royndarkoyra verkætlanir í Føroyum á ein hátt, so tað er lættari at meta um samlaðu avleiðingarnar. Við øðrum orðum kunnu vit koyra verkætlanirnar í full-scale, men samstundis í small scale.”

Íslendski formansskapurin hevði eisini sett spurningin um burðardyggan flutning á dagsskrá, herundir um elektrifisering av bilparkini. Landsstýrismaðurin vísti í hesum sambandi á møguleikan at nýta Føroyar sum royndarland fyri el-bilar, og at vit í Føroyum hava ítøkiligar ætlanir um at økja um talið á el-bilum. Eisini vísti hann á, at Norðurlond hava stórt havøki, og at útlátið frá skipaferðsluni er ein stór avbjóðing. Landsstýrismaðurin nevndi møguleikan fyri, at royndir við burðardyggari orkunýtslu umborð á ferjum kunnu gerast sum eitt fyrsta stig at minka um útlátið.

Norski ráðharrin kunnaði á fundinum um, at ætlanin er at seta upp 5.000 løðistøðir til el-bilar í Noregi. Johan Dahl: “Noreg er kanska fremst av norðurlondunum, tá tað snýr seg um karmarnar fyri el-bilar, og hini norðurlondini kunnu læra nógv av teimum. Eg haldi, at tankarnir sum komu fram á fundinum um at samstarva um lógarverk, avgjøld og infrastruktur eru rættir og neyðugir, fyri at fáa elektrisfiserað ein stóran part av flutninginum í Norðurlondum.”

Seinni í dag fer Johan Dahl á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum at halda røðu um flutning og alternativa orku.