Bluegrass bólkurin – The Isaacs lyftu Fjarðafestivalin upp á altjóða støði – men sing-back hjá hinum amerikansku gestunum dróg niður
Satt at siga fekk fríggjakvøldið eina keðiliga byrjan.
Woody Wright – ein frálíkur Country-gospel sangari/sangskrivari, legði út – men fá fólk vóru til konsetina og tá so at siga alt var play-back – var tað, sum at sita heima við hús og hyggja í sjónvarp.
Síðani var tann fantastiska – Lynda Randle á útipallinum, men hetta gjørdist eitt stórt skuffilsið.
Ljóðblandingin gjørdi hesa sjálvsomu djúpu baraton røddina – til eina knívskarpa – hvassa – skrálandi rødd.
Lynda byrjaði við at siga at hon hevði – tíanverri – einki orksetur við og síðani var plátuspælarin settur í gongd??
Stutt sagt var tað at halda fólki fyri gjøldur og hóast hon hevur eina fantastiska rødd – var konsetin umleið 22% av hvat ein verulig Lynda Randle konsert eigur at verða.
To Lynda and Woddy – We are not stupid – and don’t live in caves! – Don’t come back to Faroes – with Sing Back!! (You know We Love You)
Tað skal tó sigast at Lynda dugdi sera væl at røða og greiddi frá lívi sínum og hvussu hon fekk sítt gjøgnumbrot.
The Isaacs – World Class
Tá – "Jew-Grass" familjan – The Isaacs, trinu á pállin – broyttist Fjarðafestivalurin – totalt!
Nú fingu vit nakað veruligt fyri pengarnar og frá byrjan til endað var talan um eina tónlistaliga uppliving.
Bluegrass tónleikurin hevur djúpar røtur í amerikansku søguni og fólkinum. Røturnar ganga aftur til írskan, skotskan og enskan fólkatónleik.
Tónleikurin er inspereraður av tónleiki, sum tilflytarar høvdu við sær úr Stóra Bretlandi – harafturat er hann eisini sprottin úr jazz og blues.
Mótvegis Contry tónleiki er Bluegras bygt á streingja ljóðfør – violin, banjo, Guitar, Mandolin, Kontrabass, og onnur sløg av guitar leikførum.
Stórur dentur verður lagdur á truplan tekniskan tónleik – sum krevur nógv av tónleikarum og sera nógv verður gjørt burtur úr tí instrumentala – partinum.
Fyrsti aldursbólkurin av Bluegrastónum var at hoyra í byrjanini av 40 árunum, tá trupult var at geva tónleik út og at fremja upptøkur.
Í dag er Bluegrass tann tónleika-greinin, sum veksur skjótast. Í USA hevur sølan av Blue-gras tónleiki yvirhálað søluna av klassiskum tónleiki og tú kanst ikki verða kendur Contry tónleikari í dag uttan at hava givið eina Blue-gras fløgu út.
The Isaacs hugtóku og fingu lív í mannafjøldina og vit fóru heim fríggjakvøldið – við einari góðari kenslu.
Lynda and Woddy – come back
Sunnudagin kl. 17 vóru amerikansku gestirnir savnaðir í Kelduni til eina Gaither løtu – og vit skulu siga at hetta gjørdist ein stór uppliving.
Woody byrjaði við Sing Back, men hann fekk hesuferð stóru mannamúgvuna at vakna og tá hann so hevði yrkt ein sang til høvið "Danse – Faroe – Danse" – smeltaðu hjørtuni.
Hann dugdi framúrvæl – og við síni framúrgóðu Contry rødd – endaði hann við kenda John Denver sanginum – Back home again!!!
Woody – You stole our hearst – sundaynight! Fantastic!
Síðani kom Lynda á pállin – aftur Sing Back – men hon klárið eisini at fáa fjøldina við.
Men fjøldin reistist tá fyrstu tónarnir hoyrdust frá The Isaaks og tá so Lynda og Woody komu aftur á pallin saman við The Isaacs fingu vit eina heilt stóra uppliving.
Konsertin vardi heilar tríggjar tímar – men fólk vildu ikki sleppa amerikansku gestunum av pallinum – men alt far ein enda – og tá sunnukvøldið varð liðugt høvdu vit fingið eina heilt stóra uppliving – í heimsklassa.
Nógvur annar tónleikur var sjálvandi eisini á fjarðafestivalinum – men eg var burturstaddur leygardagin – so tað upplivi eg vónandi næsta ár.
Lynda – Woody – THE ISACKS – PLEASE come back soon – and bring more Home Comming Friends with you!
But leave Sing-Back – at home!
JWJ




