Konsert við “The Kissaway Trail” (DK) í Atlantis í kvøld ley. 17. mai. kl. 20.00
Klaksvíkar Kommunu hátíðarheldur í ár 100 ára føðingardag, og hevur í tí sambandi lænt bólkin The Kissaway Trail frá vinarbýnum Odense til Klaksvíkar. Leygardagin fer The Kissaway Trail á pall í Atlantis.
Bólkurin hevur verið sera væl umtóktur seinastu tíðina. Teir hava spælt til fleiri av kendu showcase tiltøkunum m.a. kunnu vit nevna South by South West, har Boys in a Band eisini vóru við. Í summar spæla teir konsertir saman við Interpol og The National í Sweitz og saman við Sigurð Rós og Mercury Rev í DK.
Bólkurin varð innstillaður til 2 DMA virðislønir í ár – eina fyri bestu rokk útgávu 2008 og eina fyri besta nýggja bólk 2008.
Atgongumerki á kr. 70,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík og við dyrnar.
Sí meir á: atlantis.fo




