Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Thom Jakobsen verið við KÍ síðani Haifa

Jákup Ósá

Ein tann royndasti persónurin í Europa kappingarhøpi hjá KÍ er liðleiðarin Thom Jakobsen. Hann hevur verið liðleiðari hjá KÍ í 23 ár.

Thom Jakobsen hevur sostatt upplivað flestu Europa túrarnar hjá KÍ sum partur av hópinum. Tann fyrsti var í Haifa í 1995, og sjálvur sigur Thom, at sigurin á Svangaskarði sama ár kanska, tá KÍ vann 3-2 móti Maccabi Haifa, var hansara besta minni frá Europa kappingum við KÍ.

– Umstøðurnar á Malta eru fantastiskar. Her sleppur ein frá at hugsa um regnklæðir, sigur Thom skemtandi, meðan sólin skínur, sum hon hevur gjørt hvønn dag. – Vit kunnu so ikki skylda uppá umstøðurnar, sigur Thom Jakobsen, sum hevur góðar vónir til at KÍ fær eitt gott úrslit hóskvøldið, tá dysturin móti Birkirkara verður á The Centenary Stadium í Ta’Qali.