Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Thor takkar tilbúgvingini

Helgi Abrahamsen

“Í samband við bjargingina av manningini á Vesturland ynskir reiðaríið at takka øllum pørtum, sum vóru við í hesum arbeiðinum.” Tað stendur í einum skrivi, sum reiðaríið Thor hevur sent út í dag.

“Í samband við bjargingina av manningini á Vesturland ynskir reiðaríið at takka øllum pørtum, sum vóru við í hesum arbeiðinum.” Tað stendur í einum skrivi, sum reiðaríið Thor hevur sent út í dag.

“Bjargingin var framúr professionell,” sigur reiðaríið.

Staðfest verður í skrivinum, at tað at bjargingartyrlan hjá Atlantic klárar eina uppgáva sum hesa er eitt staðfest dømi um, at trygdina hjá sjómonnunum í føroyskum sjógvi er í lagi.

“Vit takka tyrlumanningini fyri teirra bragd og eisini ein tøkk til MRCC, Vørn og Arktisk kommandu og brandmonnunum á Skála,” sigur reiðaríið Thor.