Tað er skilagott at byggja røktarheima á Viðareiði, men politiska viðgerðin í býráðnum er bara enn eitt dømi um vánaliga býráðsleiðslu, sigur Thorleif Sigurðsson, býráðslimur
– Tað sum málið um røktarheimið á Viðareiði í stuttum gongur út uppá, er at norðoyggjar í dag eru eitt røktarøkið hóast vit ikki enn eru ein kommuna.
– Upptøkunevndin, sum avgerð hvør sleppur at búgva á røktarheimunum í norðoyggjum er fyri allar norðoyggjar og tí fáa viðingar ikki fyrsta rætt til búðplássini á Viðareiði.
– Holdningurin hjá flestu býráðslimum í hesum málinum er at ásanna verður at tørvurin á røktarplássum er stórur og harafturat hava býráðslimir lagt til merkis at smáu kommunurnar í norðoyggjum ikki hava havt nóg stórt álit á Klaksvíkar Kommunu. Tí hevur tað stóran týding, at býráðið sendir eitt signal út, um at vit ikki einans hugsa um Norðoyggjar sum eitt økið, men eisini at vit eru sinnað at brúka alt økið.
– Tá málið var til viðgerar mælti eg borgarstjóranum til at senda eitt tíðindaskriv út fyri at kunna borgarnar um málið, og eg haldi at tað var óheppið at hetta ikki var gjørt beinan vegin.
Vantandi leiðsla
Hóast Torleif Sigurðsson er nøgdir við at nýtt røktarheim verður bygt, so finnst hann harðliga at politisku viðgerini av málinum og sigur, at málið er skrumbla ígjøgnum.
– Fyri stuttum samtykti býráðssamgongan at útseta røktarheimsbygging til 2008, men so broyttu samgongulimir hugsan.
– Knappliga arbeiddi man við einum uppskotið í Svínoy og fyri at klára tíðarfreistina at søkja um stuðul frá landinum, varð málið um at byggja røktarheimið á Viðareiði bráddliga skunda ígjøgnum.
– Eg sakni, at Klaksvíkar Kommuna hevur eina støðufasta kós.
– Kósin verður alt ov ofta broytt og eg trúgvi at tað er ørkymlandi fyri borgararnar.
– Veruleikin er at politiski meirilutin í býráðnum í dag er sera svingandi og nógvir limir í býráðssamgonguni reka andstøðu politikk inni í sjálvari samgonguni.
– Hetta ger eisini at nógv av málunum í býráðnum fáa ikki neyva viðgerð og botnar hetta í vantandi leiðslu.
– Hetta er fjóðra setan eg sitið í býráðnum og haldi eg at hetta er tann býráðssamgongan, sum hevur virka minst nøktandi!
– Vánaliga stevið í býráðssamgonguni er eisini grunda í einari frustratión millum býráðslimir við baði politisku- og umsitingarligu leiðsluna í býráðnum.
– Málið um røktarheimið á viðareiði er bert enn eitt dømi um hetta.
Thorleif Sigurðsson sigur at enda, at hann als einki hevur ímóti at man ger nýtslu av øllum norðoyggjum til frama fyri allar borgarar í Norðoyggjum.




