Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Thorvald: Hesum vilja vit helst møta

Jóhann Lützen

Liðini úr Noregi og Danmark og síðani Kosovo og Luxembourg, sigur Thorvald Danielsen liðskipari hjá Mjølnir

 

Lutakastið til ymsu Evropa kappingarnar í flogbólti er júst nú í Luxembourg. Mjølnir úr Klaksvík er í pottinum til CEV Challenge Cup hjá monnum, tí Mjølnir endurvann føroyameistaraheiti í fjør. 

Thorvald Danielsen er liðskipari og vit hava spurt hann um mótstøðuliðini. 

At síggja til hevði verið best fyri okkum at trekt eitt lið úr Noregi, Danmark, Kosovo ella Luxembourg. 

Tað eru harumframt lið úr Ukraina og Ísrael og har eru sjálvsagt avbjóðingar við at møta teimum, leggur Thorvald Danielsen afturat. 

Fylg lutakastinum her.