Mótstøðuliðið hjá Víkingi spælir í næstbestu norsku deildini.
Hóskvøldið spælir Víkingur Europa League dyst móti Tromsø IL á Svangaskarði. Sermerkt við hesum er, at Tromsø spælir í næstbestu deildini í Noregi eftir, at teir fluttu niður seinasta kappingarár. Í løtuni liggja teir á 2.plássi í næstbestu deildini. Men hví er Tromsø so við í Europa League? Jú tað er tí at UEFA á hvørjum ári hevur trý pláss til tey bestu londini á Fair Play listanum og hesu plássini fóru til Noreg, Finnland og Svøríki. Og tað var har, at Tromsø fekk sína luttøku.




