Góðan morgun: Tað er eingin loyna at menn ofta fáa búk, ølbúk, kúlustevni ella bjølg os.fr. Men hvør er orsøkin til hendan bjølgin. Hvar liggur hundurin grivin?
Góðan morgun: Tað er eingin loyna at menn ofta fáa búk, ølbúk, kúlustevni ella bjølg os.fr. Men hvør er orsøkin til hendan bjølgin. Hvar liggur hundurin grivin?
Her eru nakrar orsakir:
Kaloriubumbur
Vit síggja búkarnar hjá monnum dag og dagliga. Í svimjihøllini, á feriu sunnanfyri og serliga nógv í Klaksvík, tí har viðrar so væl. – Orsøkin til at tað verður kallað ølbúkur er tann, at øl er átremur við kalorium, ið seta seg á búkin. Og um kaloriurnar ikki verða brendar, verða tær verðandi á búkinum.
Fitikók og reyðir búffar
Øl nýtist ikki einans at vera orsøkin til kúlustevnið hjá manninum. Feitur matur (serliga kókað í fiti) og annað kaloriuríkt leggur fiti afturat kroppinum, um rørslan ikki er í hásæti.
Tann rundi maðurin
At tað týpiskt er maðurin, ið líður undir ”ølbúkasjúkuni”, er ikki uttan grund. Orsakirnar eru hormonir og arvasjúka. Fitin hjá kvinnuni setir seg á lør og mjadnar, og tískil síggjast ikki nógvar kvinnur við ølbúkum. Viðhvørt kann tað síggja út sum at ein kvinna hevur fingið ølbúk, men tá hevur ein maður verið uppi í leikinum.
Aldur hevur týdning
Stoffskiftið hjá ungum monnum er tíðum gott og kunnu teir tískil eta nógv feitt, uttan at fitin legst. Men stoffskiftið viknar við aldrinum og har við orkutrongdin. Og um maðurin blívur við at eta sum fyrr og kanska rørir seg minni, so endar galið.




