Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Tí hevur KÍ longu vunnið føroyameistaraheitið!!!

John William Joensen

Fyrrverandi KÍ venjarin Peter Kordt var sera bersøgin í sínum fyrsta fyrilestri í kvøld í skúlastovuni 314 á Skúlatrøð.  Nærlagdi danin borðreiddi við føroyskari fótbóltsøgu- súpan, krydrað við anekdodum og knívskørpum akademiskum eygleiðingum og analysum av fótbólti í 1970 og 1980 árunum og ikki minst dagsins fótbólti.

Hann gjørdi hol í sjógvin, tá hann staðfesti, at mannsliðið hjá KÍ longu hevur vunnið FM 2022. Hetta byggir hann á, at hann hevur sæð HB og KÍ spælt seinastu dystirnar, og munurin er so stórur, at HB heur ikki møguleika, at taka KÍ aftur. Mikukvøldið heldur fyrilesturin fram, og tá fer Peter Kordt at koma nærri inná, hví hann er fullvísur í, at KÍ longu hevur vunnið FM og hvørjar avbjóðingar hetta hevur fyri KÍ og ikki minst føroyskan fótbólt. Eisini fara næmingarnir at fáa onkra uppgávu, har teir skulu eygleiða næstan dystin hjá KÍ.

 

Um Peter Kordt:

Peter Kordt er cand.scient.pol. (Samfelagsfrøði) og cand.phil. Harumframt hevur hann lisið heimspeki og politiska heimspeki í nøkur ár.  Hann hevur starvast sum kommunustjóri, fakfelagsstjóri, stjóri fyri einum menningargrunni, eins og ráðgevi innan leiðslu, samskipan og samfelagsmenning. Og so hevur Petur Kordt eisini verið fótbóltsvenjari hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag og Tvøroyrar Bóltfelag í 1980 árunum.

 

 

Føroyskur fótbóltur í 47 ár við Peter Kordt
Trý kvøld kl. 19:00 – 20:45

 

1. kvøld 4. apríl:
Fyrsta møti við føroyskan fótbólt 1975 – TB og kappingin í ’75
Umstøðurnar hjá føroyskum fótbólti í 1975
KÍ 1980 og treytirnar hjá føroyskum fótbólti í 1980
Søgur (anekdotur) frá kappingini í ’80 og onnur ár.
Lívið í Føroyum í 1975 – sæð ígjøgnum eyguni hjá einum dana

 

2. kvøld 6. apríl:
KÍ 1985 og 1990
Landsliðið 1985
Umstøðurnar hjá føroyskum fótbólti 1985-1990
Søgur (anekdotur) frá kappingunum hetta tíðarskeiðið

 

3. kvøld 13. apríl:
Nútíðar føroyskur fótbóltur
Vaksandi professionalisering – ymiskt hjá teimum ymisku liðunum
Meting av bestu deildini – fyrimunir og vansar í einum framtíðar sjónarhorni
Samspælið ímullum klubbar, kapping og landslið
Kappingin við aðrar ítróttargreinar o.a.
Útlitini hjá KÍ komandi árini.
Hvussu veðrur hildið fast í fólksliga áhuganum.
Krøvini hjá Peter Kordt til framtíðar føroyskan fótbólt.
Lívið í Føroyum í 1985-90 – sæð ígjøgnum eyguni hjá einum dana. 


 

 

Hóast fyrsti fyrilesturin var í kvøld – men tað ber framvegis til at melda seg til eftirverðandi tvey skeiðini skeiðið umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar Kvøldsskúla:

https://kks.atgongumerki.fo/webshop/event/1439535/order/main