Samrøða við formannin í Vinnulívsráðnum, Jógvan við Keldu.
Vit hava sett Jógvan við Keldu, formanni í Vinnulívsráðnum spurningin um lutin hjá ráðnum, í samband við Íverksetarahúsið, og hvat hann roknar við hesum stovni.
-Luturin hjá vinnulívráðnum hevur verið, sum nevnt í tíðindaskrivinum frá ìverksetarahúsinum at umboða vinnuna í Klaksvík, tí skal hetta hava ein møguleika, er umráðandi, at vinnan er ein týðandi partur.
Heldur tú, at hetta er neyðugt, tí tað eru so nógvir íverksetarar eru í Føroyum?
– Siðvenjan í Føroyum hevur verið, at hevur ein hug at seta nakað í verk, so hevur hann fingið sær ávísa ráðgeving og kapital, alt eftir støddini av projektinum, soleiðis eru tey flestu farin í gongd við handlum, smiðjum, byggifyritøkum, fiskiførum minni og størri og fiskavirkjum o.s.fr. Soleiðis var eisini í londunum uttan um okkum. Men eingin ivi er í, at vit eiga fleiri íverksetarar, sum bæði eru evnaríkir og dugnaligir, men sum bara ikki koma víðari. Í londunum uttan um okkum er hópin av íverksetaratiltøkum, har eg onkuntíð havi verið við sum eygleiðari, í samband við feløg, sum eg havi umboða. Tað hevur verið áhugavert.
Tí í Klaksvík
Men hvussu kom hetta í lag?
– Ja, so løgið tað ljóðar, so gjørdi landsstýri í 2005 eina Suðuroyarætlan, og eg legði upp til, sum landsstýrismaður í kommunumálum, sum eitt punkt at fáa stovnsett eina íverksetarastrategi fyri Suðuroynna, tí eg helt hetta vera tað absolut mest neyðuga.
– Eg vitsti, at Herning hevði við sínum vinnulívsráði helst besta íverksetarapolitikkin í Danmark, umframt, at Herning var eitt ógvuliga vinnuført øki. Tí setti eg meg í samband við borgarstjóran har, sum so setti meg í samband við Birc Centerpark. Eg tók samband við leiðaran har, Torben Hendriksen og fór á eina vitjan í áhugaverdu Birc Centerpark. Hann var beinanvegin við uppá at geva okkum eina hjálpandi hond.
-Nú hendir tað, at eg fari úr landsstýrinum, og hevði so ikki meiri við málið at gera. Tí var heilt nátúrligt, at venda sær til Klaksvíkar Kommunu, til menningarleiðaran Rana Nolsøe, og spurdi, um vit ikki skuldu fara í holt við eina íverksetarastrategi í Klaksvík í staðinfyri. Hann var beinanvegin áhugaður.
– Hetta helt Torben Henriksen eisini vera eitt gott hugskot, og vit bjóðaðu honum so til Klaksvíkar at hava fund við vinnulívsfólkið her á staðnum. Býráðið og menningarleiðarin og vinnulívið tóku væl ímóti hesum hugskoti. Rani hevur síðani tá arbeitt við málinum.
Hart arbeiði skal leggjast í
Hvat roknar tú so við hesum?
– Ja, alt velst um, hvussu seriøst arbeitt verður við hesum, tí her skal hart og gjøgnumført arbeiði til. Men Føroyar er eftirbátur á hesum øki, so allir partar eiga at taka undir við hesum. Men ofta kann eitt tílíkt projekt, um ikki verður hildið út, enda sum sápubløðra. Tí skulu vit eisini ansað eftir, at ikki politikkur kemur í eitt tílíkt mál, sum fleiri vilja vera við, at Granaskingardepilin gjørdi, og at tað var tí, at hann mest sum misti flogið, ella ikki fekk tað flog hann kundi havt.
So vónandi verður hetta byrjan til eina successøgu.
Men hetta kundi líka væl verið endað í Suðuroy?
– Ja, ofta kennist lagnan løgin, tí hetta hevði komið Suðuroynni væl við, men hinvegin er einki annað enn nátúrligt, at hesin íverksetaradepul kemur í Klaksvík, sum er ein so mikið sterkur vinnumiðdepil. So vit kunnu í øllum førum fegnast um, at hetta nú er veruleiki.
– Til seinast vil eg bara ynskja øllum luttakandi alt gott og góðan byr framyvir, tí her er nógv at taka hond um, og hetta skal fylgjast tætt frá øllum síðum, her skal skal leggjast allur seriøsitetur í av leiðslu, vinnu, fíggjarstovnum og frá politiskari síðu. Tí umráðandi er eisini við trúvirði, um hetta eydnast til fulnar.
Norðlýsið ynkir
tiltakinum alt tað besta.




