Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí missir EB/Streymur Pól Jóhannus og Høgna

Jákup Ósá

Signar í Homrum greiðir grá, hví EB/Streymur missir tveir royndar profilar í Pól Jóhannus Justinussen og Høgna Madsen til seinnu hálvu.

Fyrr í summar skifti Pól Jóhannus Justinussen til NSÍ. Og seinni gjørdist greitt, at Høgni Madsen heldur ikki heldur fram í EB/Streymi. Signar í Homrum er formaður í EB/Streymi.

– Høgni Madsen hevði bara sáttmála fram til august. Hann skal niður í skúla aftur í august, so tað hevur ligið í kortunum. Pól Jóhannus Justinussen hevði eitt ynski um at sleppa til NSÍ og tað var so orsøkin fyri at hann skifti, sigur Signar í Homrum.

Hann sigur, at EB/Streymur ikki fremur aðrar broytingar í hópinum áðrenn flytingarvindeygað letur aftur á midnátt.

– Nei tað vera ikki aðrar broytingar. Málsetningurin hjá okkum er framvegis at koma í Europa, men tað verður saknur í tveimum so stórum profilum. Men samstundis hava vit nakrar ungar leikarar sum Jóhannes Hansen og Róa Olsen, sum vit trúgva nógv uppá og sum mugu fáa møguleikan at vísa seg, sigur Signar í Homrum við Norðlýsið.